Monday, November 14, 2011

Ein annar heimur

Eg eri ikki av hesum heimi. Eg heilsi uppá fólk, gangi gjøgnum gøturnar og keypi mat, tá eg eri svangur, men eg hoyri ikki heima her. Eg kann ikki hoyra heima her.

Eg eri ikki av einum heimi, har fólk liggja svong í gøtunum. Eg eri ikki av einum heimi, har menniskju drepa hvønn annan. Eg eri ikki av einum heimi, har tey ríkastu halda tey fátøku niðri, fyri at tey ríku verða verandi rík.

Kortini er tað hesum heiminum eg livi í. Hesin heimurin ger alt, fyri at verða ein partur av mær. Eg má eta mat, sum eg veit trælir hava framleitt. Eg klári ikki at lata vera við at brúka orku, sum eg veit oyðileggur heimin eg eri frá. Eg má fara ígjøgnum eina útbúgving, sum programmerar meg til at verða tað, eg ikki vil vera.

Hvussu kann eg sleppa undan, at blíva ein partur av hesum heimi, ið er eins heitur og hjartaligur, sum ein smágenta, ið hevur fangað ein eiturkopp? Um eg skal takast fyri fult, fáa løn og kunna broyta nakað, má eg prógva tað eg sigi við tølum. Eg má koma við innihaldsleysum teoriium, sum elitan eg eri um at blíva ein partur av, hevur framleitt. Eg má skilja, tosa sum og liva í einum heimi, sum eg einki havi við at gera.

Eg vil ikki arbeiða 8 tímar um dagin. Eg vil ikki góðtaka, at eg livi av at drepa onnur. Eg vil ikki billa fólki inn, at eg veit meira enn tey, bara tí eg dugi nøkur fín orð.

Mín heimur er heimurin, har maskinan tænir mær, heldur enn umvent. Ein heimur har búskaparligur vøkstur ikki er neyðugur. Har vit liva av tí, sum vit sjálvi framleiða. Har vit arbeiða fyri at liva, heldur enn liva fyri at arbeiða.

Ímynda tær ein heim, har tað ikki er neyðugt, at arbeiða so nógv meira enn 10 – 20 tímar um vikuna. Har tú kann skapa tí tað er stuttligt, heldur enn fyri at skapa vøkstur. Har tú er saman við familju og vinum meginpartin av degnum. Har tú fortelur søgur, spælir tónleik, teknar og rennur flennandi runt við yngri systkjunum, inntil hundurin avgerð at tú skal koma ein túr at svimja við sær. Har tøkni bara er til fyri at gera lívið lættari, heldur enn fyri at tæna einum ógjørligum vøkstri.

Hví er hesin heimurin ikki gjørligur? Vit hava tøknina, vit hava vitanina, vit hava møguleikan til at framleiða orkuna – hví gera vit tað ikki? Hví liva vit í einum heimi, sum vit ikki kunnu vera ein partur av?