Frælsi. Frælsi má vera ein fluga, sum druknar í einum dropa av vatni. Ein eiturkoppur, sum vil vera vegetarur. Ein tannáringur, ið ikki trýr uppá kærleika. Frælsi er nakað, ið vit vita at vit eiga at hava, men eingin veit hvat er. Frælsi er ein veruleiki, ið eg havi gjørt til ein dreym.
Sunday, October 2, 2011
Dreymurin
Mín stórsti dreymur er ikki heimsfriður. Tað er ikki at eg skapi perfekta heimin. Tað er heldur ikki, at eg finni “ta einu”. Mín stórsti dreymur, er at eg standi á einum fjallatoppi. Einsamallur. Har er ein dalur undir mær. Vindur flákrar í mínum langa (!) hárið, og fær bláu kápuna hjá mær til at standa út frá mær. Síðani heldur vindurin spælandi leiðina oman móti dalinum, kýnir toppin á granntrøunum, nertir líka við grasið og kavar so at enda niður í tjørnina, ið liggur inn móti fjallinum hinumegin dalin. Úr fossinum ið áhaldandi dunar niður í tjørnina, koma tónar. Villir, dunandi tónar, ið halda leiðina upp móti fjallatoppunum. Kavin dansar í takt til tónarnar, og savnast sum ein melduródn kring meg, alt meðan eg growli afturvið. Eg eri eitt við ikki bara náttúruna, men við allan heimin. Eg eri heimurin.
Hví? Tí. Eg havi droymt um tað alt tað eg minnist. Eitt lív, har eg bara eri. Har einki er torskilt, einki er kravt av mær og einki er neyðugt at gera. Eitt lív, har eg bara kann vera og njóta tað at vera. Eitt lív, har eg kann vera eg við góðari samvitsku, uttan nakrantíð at hugsa um øll tey tingini, sum eg longu angri at eg havi gjørt ella ikki gjørt. Har eg sleppi frá at hugsa um kapitalismu, Marx og at helmingurin av mannaættini fer at doyggja, tá kapitalistiska skipanin hevur gjørt sjálvmorð.
Hvat eg so droymi um at gera tá eg einaferð fari niður aftur av fjallinum? Well, tað haldi eg, at fari at halda fyri meg sjálvan. Men eg eri so ikki einsamallur.
--------------------------------------------------------------------------------------------
Yep. Hetta merkir, at eg fari at skriva aftur úti her. Joy to the world! :-)
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
No comments:
Post a Comment