Monday, December 29, 2008

Tónleikur

Tónleikur. Er tað nakar hættur at samskifta, ið er eins fangandi, eins djúpur og, heilt einfalt, eins ótrúligur sum hesin? Tekstur skal brúka alskyns snildir, fyri veruliga at nerta kenslur og hugaheim, og fyri veruliga at njóta úrslitið, skal ein helst vera vanur at lesa. Bíløt hava væl lættari við at sníkja seg tvørturum byrgingar, og tosa beinleiðis við hjartað, men ein mynd skapar ikki so nógv meira enn ta einu kensluna. Filmur nærkast, men har er tað eins og heilin sløknar og bara tekur passivt ímóti, heldur enn sjálvur at skapa og veruliga merkja tað ein sær, eins og ein ger við tónleiki, teksti og myndum. Sjálvandi eru tað undantøk so sum William Blake, Salvador Dali og Clockwork Orange, ið veruliga spæla við kenslur, og skapa nakað.

Men sum heild er tað ótrúliga nógv lættari hjá tónleiki, at floyma inn gjøgnum oyruni, og onkursvegna binda sál og hjarta saman. Alt ferð upp í eina hægri eind. Um ein er í ringum lagi ella stressaður kann ein growlandi djevla rødd, Metal ella eitt Requiem ella tvey geva vreiðini fríðar ræsur, og so smátt fáa teg til at njóta lívið aftur. Um ein er um at bresta av gleði kann ein hamra The Beatles frá, og mjarra afturvið Yellow Submarine, While my Guitar Gently Weeps ella Hey Jude,- líkaglaður við hvussu røddin á einum ljóðar, síðani Beatlarnir kortini duga minst líka illa at syngja, men skaptu fantastiskan tónleik. Og so er tað um ein bara vil flóta avstað. Merkja hvussu tónleikurin fær sálina til at fjakka. Koyra Adiemus, Mánalýsis sonatuna, Athair ar Neamh ella Chi Mai frá, og so bara flóta burtur við tónleikinum. Merkja hvussu kenslur og sál flúgva burtur við hugaheiminum. Út gjøgnum vindeyga, út í eina stjørnuklára nátt, reika kring fjøllini, kína hárið á tí/teimum tú elskar, svimja í havsins dýpi, og flúgva millum óendaligu stjørnuskararnar.

Harafturat eru tað tær ótrúligu variatiónirnar. Ikki bara frá Metal, til Pop, til heimstónleik, men eisini frá sangi til sang, og ljóðføri til ljóðføri. Tak eitt nú tríggjar ymsar útgávur av "Greensleeves" (ið ein kann lurta eftir, við at trýsta á myndirnar).


Keltisk harpa og dulsimari (ikki peiling fyri hvussu tað eitur á føroyskum)

Rein atmosfera. Hjarta og sál fara beint út gjøgnum vindeyga, og flúgva avstað uttan mið ella mál. Ein sveimar bara við tónleikinum, tað er lekkurt, og ein verður eitt við tónleikin. Burtur í kenslum, burtur í myndum og litum, ið ikki geva aðra meining, enn at tað er deiligt, og fær ein til at merkja eitthvørt.


Klaver


Her er tað nakað tað sama, og kortini slett ikki. Ein sveimar framvegis við tónleikinum, men kenslan er ikki eins intens. Ikki eins "vilt lekkur", men meira flótandi. Ein hvílur í friði. Duggar spakuliga avstað við lívsins á, og verður mintur á alt tað góða í lívinum. Systrarnar, ið hóast alt ikki eru so irriterandi. At vera á fjalli, slakta ella byggja um, alt meðan ein filosoferar og hugleiðir saman við pabba. Sita við døgurðaborðið, gera mat ella práta saman við mammu. Liva og flenna við vinfólki. Og hvílandi eksplosivi longsulin eftir onkrum betri, ið altíð er beint við fingraspíssarnar, men ongantíð kemur nærri.


A Capella


A Capella hevur eisini tað somu grundkensluna.- Frið, tað góða og tað vakra. Men brádliga er ein søga har. Kærleiki. Longsul. Svik og einsemi. Har er ein persónur, ið hevur mist einasta sanna kærleika sín, og ein verður ikki longur bara soðin inn í tónleikin, men eisini inn í persónin. Longsulin og tað vakra verða krydraðið við sorg, og fáa eitt andlit. Ein byrjar at ivast í hvat hendir áðrenn, hvat hendir aftaná, og ein verður mintur á alt tað vakra, sum ein sjálvur hevur mist.

So tónleikur er og verður ótrúligur. Eitt lag gevur eina ørgrynnu av myndum og kenslum. Sami sangur, við ymsum ljóðførum, gevur ymsar kenslur og myndir. Ymsir sangir innanfyri sama slag av tónleiki - uppaftur størri variatión. Og so er tað ein hópur av tónleikasløgum. Líka frá trummunum í myrkasta Afrika, til Berliner symfonikararnar. Har er okkurt til øll, og til alt. Ein nýtist ongantíð at blíva troyttur av tónleiki. Og um ein so verður troyttur av mannaskaptum tónleiki, er bara at geva systrunum boð um at sløkkja skramblið tær hava frá, fyri síðani at lurta eftir himmalska ljóðinum av stilli. Fara út og hvíla samanvið vindi í grasinum. Rennandi ánnið ella eini jarmandi ær. Ein kann royna at festa hesar kenslurnar niður á pappír. Royna at fanga løtuna við sukursøtum og glíðandi orðum, ella fanga ljóðið av syngjandi stjørnum, við at tosa um sálarsang teirra deyðu. Men tað er næstan eingin, ið veruliga megnar at gera hetta. Rithøvundurin situr framvegis og skeldast inn á pennin, meðan tónaskaldið letur kenslurnar floyma út til øll og alt.

Friday, December 26, 2008

Telduspøl, fíggjarkreppur og rúmdarmenn

Tú ivast kanska í, hvat ólukkan hesi trý hava til felags. Svarið er einki. Men eg haldi greinarnar eru áhugaverdar/stuttligar, og rúmdarmaðurin er bara deiligur:

The Virtual Battle of the Sexes

Massive Multiplayer Online Role Playing Games eru bara fyri keðilig, einsamøll, tjúkk og pitsa etandi mannfólk. Hesin sannleikin er so alment kendur, og so sjálvsagdur, at eingin kundi funnið uppá at ivast í tí. So er tað bara keðiligt, at BBC vil vera við, at 40% av teimum, sum spæla MMORPGar, eru konufólk, tey, sum spæla mest intensivt og longst eru konufólk, MMORPGarar eru sunnari enn meðal menniskjan, MMORPGir gerast alt meira sosial, og sjálvt romantikkur kann blóma í einum MMORPGi.



Fíggjarkreppur í miðøldini

Fíggjarkreppur sum tann, ið vit nú eru ávegis inní, eru eitt nýtt fyrbirigdi. Tær vóru ókendar áðrenn kapitalisman kom inn, og oyðilegði alt. Fyrsta veruliga búskaparliga kreppan var langa depressiónin frá 1873 - 1896, og var orsøkin til hana, eins og nú, kríggj, manglandi likviditetur og partabravakrakk. Vinstravendir hálvgum anarkistiskir grønir droymarar sum eg, hava leingi funnið fragd í hesum æviga sannleikanum. Tíverri er hetta alt annað enn satt. Fíggjarkreppur vóru eins vanligar í miðøldini, sum nú, og var tað enntá eisini mangan bankar, kríggj og manglandi likviditetur, heldur enn svangir bóndar, ið vóru orsøkin til hesar kreppurnar. Edward I kom eitt nú inn í eina kreppu sum okkara í 1294, har pengarnir bara "hvurvu" úr italiensku bankunum, ið hann plagdi at brúka. Loysnin hjá honum var at ognartaka alt italienskt í Bretlandi, og handtaka øll, sum handtakast kundu. Tíverri dámdu aðrir bankar hetta ikki so væl, og renturnar á næstu lánunum hjá honum blivu tað hægri.



A Spaceman Came Travelling

Telduspøl og fíggjarkreppur eru áhugaverd fyribrigdi, men ov nógv av teimum ger eisini, at ein bara vil sleppa burtur frá daglidegnum. Ein sangur, ið í hvussu er fær meg til at gloyma meg sjálvan burtur, er "A Spaceman Came Travelling" hjá Chris de Burgh. Í hesum sanginum er tað ikki lýrikkurin, ið er tað berandi. Heldur er tónleikurin, røddin og søgan, ið onkursvegna bara passa saman, tó at lýrikkurin er eitt sindur plattur. Har eru vakrari innspælingar, enntá klassiskar innspælingar, men kortini er tað eitthvørt serligt við hesi útgávuni, ið mær dámar.

Thursday, December 25, 2008

Brot

Seinasti føroyskt stílurin hjá mær. Nakað av tí mest gjøgnumhugsaða, og málsiga tilvitaða, ið eg havi skrivað, og lærarin var samdur. Hetta er ein hugleiðing um samleika, við støði í "Brot" hjá Edvardi Fuglø, og er myndin beint niðanfyri her.



Brot


Einaferð var tað maður, sum sat einsamallur alt lív sítt. Hann sat avbyrgdur frá samfelag og fólki frá hann varð føddur, til hann doyði. Hann sá ongan og tosaði við ongan. Hesin maður var ein av mongum, sum viðurkendi vísindamaður Gakgak von Hol´ihøddi hevði avbyrgt frá øllum, í leitan síni eftir reinum samleika. Hann vildi skapa ein persón, sum ikki var ávirkaður av samfelag ella kenslum fyri øðrum, men bert sær sjálvum. Bert hevði havt tíð til at granska seg sjálvan, etið og hugsað. Einaferð um árið tendraði Hol´ihøddi ein sendara, og spurdi tey avbyrgdu, hvørt tey høvdu funnið sín samleika. Eingin svaraði honum.

Summi vilja vera við, at kendi listamálarin Edvard Fuglø fekk íblástur til mynd sína “Brot” frá hesum royndum. Onnur meta ikki, at hetta er so.- Hesi “onnur” vilja enntá vera við, at Hol’ihøddi ikki so frætt sum er til! Hvat er satt, kann so gera tað sama. Myndin er góð, og hon skumpar undir eina bylgju av tonkum, sum ferðast aftur og fram millum mynd og heila. Bylgjurnar gruggast alt meira og meira, tess størri hugaheimsins brim verður, áðrenn stormurin at enda legst, og ein antin er sjólátin ella hevur funnið eina øðu niðri í briminum, og kann fara heim at gruna yvir, hvat man vera í henni.

Myndin, Brot, er eins og so nógv annað hjá Fuglø einføld. Bakgrundin er svørt, og skapar eitt dapurt huglag. Onkur kundi kanska sagt, at tað er lomviga eggið, sum er bakgrundin - grønligt, við einum tilvildarligum mynstri, og tí eyðkenda avlanga forminum, sum forðar egginum í, at rulla út av rókini -, av tí at eggið fevnir um ein so stóran part av myndini, og myrkrið eisini er frammanfyri eggið. Men har vil eg halda fast við, at tað er myrkrið, sum skapar bakgrundina, og setur huglagið í myndini. Myrkrið er væl meira “livandi” og altumfevnandi, enn ein vanlig bakgrund. Tað fevnir eggið og restina av myndini, og tað er týðuligt, at eisini tað, sum er frammanfyri myndina, er svart. So um at myrkrið er ein mjørkakend vera, sum fjalir fortíð, nútíð og framtíð.
Sama kensla av dapurleika og mjørka, lýsir úr einum holi, sum er í niðara enda á egginum og mitt í myndini. Tað er úr hesum holinum, at tað tykist so um, at ein maður er komin úr. Hann hevur verið fangaður ella vardur inni í egginum. Í mjørkakendum támi, sum kann fjala alt, men neyvan hevur pláss fyri nógv meira enn manninum. Maðurin er nakin. Hálvgum liggur á gólvinum, og tykist at vera um at reisa seg upp. Sum ein nýføðingur, ið er um at taka síni fyrsti stig, og skal skapa sær eina tilveru – um annars Hol’ihøddi loyvir honum tað. Høvdið er fjalt í skugga, og tað kann hava so at siga hvat skap tað skal vera. Hondin, sum maður er um at trýsta seg upp við, er meira fjald í myrkri, enn restin av kroppinum. Hon hevur ein træligan lit, og tykist at vera skadd ella ónatúrlig av hesum. Tað er so um, at maðurin hevur trupulleikar við, at reisa seg. Undir manninum, er eitt mahogni trægólv við beinum linjum, sum hevði verið hugnaligt í øðrum samanhangi, men her er eitt sindur hvørki ella. Tað er hvørki heitt ella kalt, hvørki natúrligt ella ónáttúrligt. Og stutt frá manninum, hvørva gólvið og tær beinu linjurnar inn í myrkrið. Tað er so um, at maðurin liggur á tí einasta fasta blettinum. Tí einasta relativt trygga økinum, og uttanum hann, er bert óvissa, tómrúm og einsemi.
Kortini er har eitthvørt við myndini, sum ger at tað ikki er so lætt, at siga, at hon lýsir einsemi, avbyrging og vónloysi. Tað at maðurin reisir seg upp, at alt er so mjørkakent og so tað, at har er eitt egg á myndini, gevur eisini tað fatan, at hetta kann vera ein føðing av onkrum slag. Ein nýggj byrjan, hvørs framtíð enn er blonk og goymd í myrkri. Ein menniskja, sum skal ígjøgnum alla ta óvissuna, einsemi og tilvildarligu mynstrini, sum ein møtir í lívinum og samfelagnum. Ein menniskja, sum ikki bert er fødd, men skal skapa sín samleika.

Men fyrst til avbyrgingina og einsemið. Tað eru trý sløg av einsemi. Einsemi í tí fysiska heiminum, einsemi í psykiska heiminum og einsemi í metafysiska heiminum. Eg vil bæði loyva mær at siga, at øll trý sløgini av einsemi eru umboða í “Brot”, og at tey hava avgerandi týdning fyri samleika okkara.
Einsemi í tí fysiska heiminum – at ein ikki er saman við nøkrum -, er helst serliga sjónligt í skúlum og á arbeiðsplássum. Har er altíð onkur, sum er útskotið. Sum er tann, ið verður argaður, er øðrvísi, ella ein bara ikki tosar við. Hesi fólkini hava í stóran mun sama trupulleika, sum royndarfólkini hjá Hol’ihøddi og maðurin í “Brot”. Tey hava ongan, sum tey kunnu sammeta seg við. Ongan, sum tey kunnu spegla sær í. Og tískil hava tey eisini væl størri trupulleika enn onnur fólk, við at skapa og finna sær ein samleika. Tey sita bert har í einsemi. Kunnu hugsa aftur og fram, og spyrja seg sjálvan, hví tey eru einsamøll. Hvat er galið við júst teimum, og royna síðani antin, at broyta sín samleika, fyri at passa inn, ella taka tey á seg samleikan sum tann løgni og útihýsti. Tann, sum bara ikki er sum hini, og heldur ikki er sum hetjurnar í filmunum ella bókunum.
Tó at tað ikki er eins sjónligt, um ein “bara” er einsamallur í tí psykiska heiminum, so kann úrslitið verða ein eins syndarligur samleiki. Vit kenna flest øll kensluna av, at ein er saman við fólki, men kortini ikki. Ein tosar, smílir og arbeiðir. Men tað er kortini so um, at ein ikki veruliga er til staðar. Tað er so um, at eitt mjørkatám ella myrkur liggur millum sinnið á tær og kroppin. Hetta kann vera vegna stress, tí ein ikki dámar ein ávísa støðu, ella tí ein bara ikki hevur sovið nóg mikið. Í teimum førunum, er tað helst sunt, at sinnið bara koplar frá, og sigur einum, at nú má tú veruliga fáa samband við teg sjálvan aftur. Men í øðrum førum, er tað av tí, at ein av einhvørjari orsøk ikki kennir seg heima í samfelag ella felagsskapi. Ein er bara troyttur av øllum, og megnar heilt einfalt ikki, at kenna seg sjálvan aftur í nøkrum. Ein hevur gingið runt í langa tíð og leita eftir onkrum, sum ein kann fáa meining í. Onkrum, sum kann vísa út úr myrkrinum. Summi finna tað í kærleika ella arbeiði av onkrum slag. Onnur gera ikki. Tað eru hesi fólkini, sum brádliga hvørva í alkoholi, tunglyndi ella bara ikki eru til longur. Steðga við at svara tær, tá tú spyr, hvør samleiki teirra er.
Metafysiskt einsemi, er ein kensla, sum vit øll hava kent av og á - stórur partur av okkum helst alla tíð – og er tað ógvuliga ymiskt, hvussu henda kensla er. Tað kann vera ein saknar eina størri meining í øllum, at ein er bangin fyri deyðanum, at ein ikki hevur tær kenslur, sum ein væntar, at ein eigur at fáa við at trúgva, at ein vil hava svar frá eini størri veru og so framvegis. Líkamikið hvørja av hesum kenslunum tað er, sum ein hevur, so er endamálið tað sama. Ein vil onkursvegna finna tann endaliga tryggleikan, og harvið skapa ein samleika, sum er varandi. Um ein bert hevur ein altumfevnandi sannleika. Eitthvørt sum ongantíð broytist og altíð er har, so hevur ein altíð eitt, sum ein kann sammeta seg við, og ein kann nýta sum tann ultimativa spegilin. Ein spegil, sum ikki vísir eina øðrvísi mynd, alt eftir hvussu ljósið, lagið ella aldurin er.

Øll trý einsemini, ella allir teir ymsu pallarnir, sum ein brúkar til at finna seg sjálvan, eru undir øðrvísi trýsti nú á døgum enn fyrr. Okkara romantiska fatan av gomlu tíðini sigur okkum, at fyrr var familjan í hásæti, Guð var Gud og øll skiltu samfelagið. Eg loyvi mær at ivast sera nógv í, at hetta veruliga var so, men fari ikki at gera nakað við, at prógva ósannindini í hesum. Somuleiðis er tað vanliga, at ein tosar um, hvussu rótleys fólk eru nú á døgum, hvussu familjumynstrini syndrast og mekaniska samanhaldið hvørvur til fyrimuns fyri organiskt samanhald . Men tað haldi eg eftirhondini er ein farin tíð. Ættarliðini, sum fluttu úr siðbundna samfelagnum og skaptu býirnar, eru í stóran mun deyð. Fólkini í býunum kenna ikki til annað enn urbaniseraðu tilveruna, og bygdafólkini í meginpartinum av Føroyum liva í einum “urbaniseraðum” samfelag. Menniskjan dugir, um nakað, at lata seg í ein nýggjan ham og laga seg til broyttar umstøður. Hon hevur altíð gjørt tað og kemur altíð at gera tað.
Og tað er júst her, at nútíðar trýsti á tí fysiska og psykiska støðinum er. Menniskju skulu hava so nógvar ymsar leiklutir og so skiftandi leiklutir. Fyrr var tað arbeiði, heimi og vinfólk. Greitt sundurskild rúm, sum høvdu hvør sín greiða ham. Hvør sín samleika, og ein visti, hvussu hvør samleiki var í mun til onnur, og hevði eina so nøkulunda hóming av, hvør ein var.
Nú á døgum gongur alt so skjótt, alt er so flótandi (hvar er arbeiðið og hvar er heimið?) og vinfólkini flúgva aftur og fram kring heimin. Ein hevur ikki 3 greiðar samleikar, sum bert broytast, tá ein fer í skúla, tá ein giftist, tá børnini flyta heimanífrá og tá ein er ov gamal til sítt eina lívsstarv. Ein hevur ein samleika fyri hvørt av størvunum, sum ein skiftur triðja hvørt ár. Ein hevur torført við at halda sambond við góðar vinir. Ein hevur eitt stórt net av kenningum, og yvirhøvur ferðast ein við fer gjøgnum lívið og eitt ótal av samleikum. Ein veit sjáldan veruliga hvør ein er - tekur sær sjáldan tíð til tað. Og um somu tíð er tað uppi í tíðini, at ein skal kenna seg sjálvan og dyrka seg sjálvan, sum eitt sjálvstøðugt menniskja.- Tað er nærum eins umráðandi fyri nútíðarmenniskjuna sum fyri Hol’ihøddi.
Í stóran mun er hetta eisini gjørligt av tí, at fólk fáa betur útbúgving og tískil fáa fleiri tól (sálarfrøðingar, humanismu, individualismu...) til at finna seg sjálvan, men spurningurin er, hvørt tólini veruliga hjálpa einum at finna “seg” sjálvan, ella skapa teg. Um tað ikki eru tólini, teoriirnar, størvini og støðurnar, sum eru farnar at vera tað, sum skapar okkara samleika, heldur enn okkara menniskjansligu relatiónir. Eins og í “Brot”, síggja og vita vit, hvar vit koma frá, hvussu staðið er, sum ljósið lýsir á, og vit reisa okkum sum menniskju. Bara tað, at vit ikki reisa okkum sum menniskju einaferð, men eitt ótal av ferðum. Vit fáa ongantíð veruliga høvdið, samleikan, út úr myrkrinum, uttan so, at vit, ímóti tíðarandanum, taka okkum tíð til tað.

Á metafysisku arenaðini, er størri trýst, enn tað hevur verið leingið. Menniskjan er áhaldandi ein blonk síða, ein skapningur, sum brýtur út úr egginum – tí trygga og kenda samleikanum – umaftur og umaftur. Vit hava torført við at finna ein endaligan samleika, sum er “vit”, og um somu tíð er fysiski heimurin í hásæti. Kortini hava vit brúk fyri at hava ein altumfevnandi sannleika, sum vit kunnu meta okkara samleika ímóti. Vit hava teir religiøsu bólkarnar, sum brúka tað metafysiska, sum hornasteinin í lívi teirra, og har royna at finna okkurt, sum kann standa ímóti skiftandi tilveruni. Vit hava tey meira vanligu fólkini, sum leita eftir sannleikanum, trilva aftur og fram, og antin koma til sættis við seg sjálvan um, at har er eitthvørt onkrastaðni, sum er handfast og ævigt, men ongantíð blívur meira enn ein kámur spegil fyri okkum, ella sum heilt einfalt lata vera við, at hugsa um tað æviga. Og vit hava ateistarnar, sum finna tryggleika í, at endaligi sannleikin er, at eingin sannleiki er. At tað ikki bert er menniskjan, sum altíð skiftir ham og er nakin, men at sjálv tilveran er samleikaleys, og tískil er sjálvt samleikaloysi ein samleiki.
Samleikaloysi, skal ikki skiljast sum nakað, ið er treytaleyst negativt, ella oyðileggur menniskjuna. Heldur ikki sum nakað, sum er treytaleyst gott, og mennir menniskjuna. Samleikaloysi er bert ein staðfesting av, at menniskjan leitar eftir einari størri meining. Hon hevur altíð vilja sæð, hvat er aftanfyri næsta hornið, næsta fjallið og næsta markið. Og hon kemur helst altíð at leita. Altíð at broyta seg, og altíð at hava ymsar samleikar.
Sjálvt ein mynd sum “Brot” er við til at skapa ein samleika. Hetta, at ein mynd, ein tekstur ella tónleikur fær okkum til at hugsa, kann hava somu ávirkan, sum summarfuglarnir í kaos-teoriini. Myndin skapar, eins og áður nevnt, heilavirksemi, sum sendir seg aftur og fram. Roynir at finna útav, hvat ólukkan meiningin er við hesi myndini. Er maðurin júst føddur, leitar hann sær móti tryggleikanum í egginum, er hann um at verða svølgdur av myrkrinum, hví er høvdið fjalt og so framvegis. Ein tílík mynd skapar eitt satt ódnarveður í høvdinum, og tað er als ikki vist, at ein fær nakað burturúr tí yvirhøvur. Men onkuntíð er tað, at øðurnar slíta seg leysar av havsins botni, og liggja eftir í fjøruni, eftir ódnarveðrið. Ein savnar tær upp, og er væl nøgdur, at ein kann eta fínt tað kvøldið. Tá ein so við køksborði letur tað triðju øðuna upp, sær ein, at ein vøkur perla er í henni, og gleðist almikið. Perlan kann brúkast til, at pynta á vegginum. Hon kann brúkast til, at spæla kúluspøl við øðrum perlum, og ein kann geva einum øðrum persóni hesa perluna, og vóna, at hon skapar røringar í hansara høvdi, og at hann letur teg síggja perlurnar, sum hann finnur.

Eina tílíka perlu var tað, at Hol’ihøddi fekk tá hann tað tríati og hálvferðsinstjúgundu ferðina spurdi eitt av royndarfólkunum, um tað hevði funnið sín samleika. Eina góða løtu hoyrdi Hol’ihøddi einki – sum vant -, men síðani svaraði ein konufólka rødd honum “Hevur tú funnið tín samleika?”. Hol’ihøddi skilti tá, at hann hevði spilt øll hesi árini, og hví eingin nakrantíð svaraði honum. Royndarfólkini dugdu ikki at tosa. Eingin hevði nakrantíð lært tey at tosa, og einasta røddin tey nakrantíð hoyrdu, var rødd hansara, tá hann spurdi tey, hvørt tey høvdu funnið sín samleika.
Eftir hetta, slepti Hol’ihøddi øllum royndarfólkunum leysum, og ikki eitt teirra var ført fyri, at liva í samfelagnum, men tey fingu kortini mat, av tí at fólk vórðu so skelka, tá tey vórðu spurd “Hevur tú funnið tín samleika”, at tey ikki løgdu merki til, at royndarfólkini tóku matin hjá teimum. Hol’ihøddi varð sendur í geglið fyri lívstíð, og tað sigst, at hann bert ta einuferð spurdi ein dómara, hvør dómarin var, hvør hann sjálvur var, og síðani settist at doyggja.
Gakgak von Hol’ihøddi er tú. Um morgunin, tá tú eygleiðir spegilsmynd tína, meðan tú bustar tenn. Tá tú spyr teg sjálvan, hvat endamálið er við øllum. Tá tú sansar, at tú skiftir ham, og spyr teg sjálvan hví. Tá tú spyr onnur “hvat um”, “hví”, “hvussu”, “hvør” og “hvat” og tá tú leitar.
Tað er hóast alt heilt hol í høvdið, at leita eftir sannleikanum. Tað er gak gak at vænta, at ein nakrantíð megnar at finna sín “veruliga” samleika. Og ein skal minst vera ein “von” fyri at vænta, at ein fær beinleiðis samband við eina hægru veru. Kortini leita vit so leingi vit liva eftir sannleika, samleika og meining.

Hví? Er tað nøkur onnur orsøk, enn at vit eru forvitin og ikki fáa steðga? At vit bara skulu vita tað? At vit vilja finna hasa einu øðuna, sum gevur okkum frið í sinni og ein fastan samleika, ið ongantíð brotnar?

´

Jetlag

Seinasti stílurin, sum eg skrivaði í donskum (minus hann til royndina). Helt eg skuldi gera eitt sindur meira burturúr enn vanliga, og tryggja mær eitt 11 tal í ársprógvið, og so elskaði eg evnið. Hugleiða út frá "Langsomheden" hjá Milan Kundera. Eg byrjaði at hugleiða, men helt at tað var pissi keðiligt. So eg setti meg niður at skriva eina søgu, har eg blandaði Kundera eitt sindur uppí, og annars fekk søguna og prátið til at snúgva seg um "Langsomheden". Fekk stílin aftur frá eini skínandi Dorthe (danskt lærarin í student, ikki tann í TK), ið rósti mær til skýggja, og segði tað vera eitt klárt 13 tal. So tó at danskt ikki er mítt sterkasta mál, haldi eg næstan eg kann tora at koyra hetta út her:


Jetlag


Solen skinner, små lam løber i græsset, vinden suser i bladene, og et ensomt fly suser forbi med en helvedes fart. Flyet suser over et stille vandfald, som er overfyldt med fisk. Forbi en smuk dal med lækre blåbær, og forbi en ensom ung kvinde, som lige er kommet over sin seneste kæreste. Flyet kører derudad. Fremad mod en destination, som bare piloten, de 162 passagerer, deres familie, lufthavnspersonalet, og enhver, som læser flyselskabets hjemmeside, kender. En destination, som har potentiale til at forandre enhver af de 162 passagerers liv. Men sandsynligvis ikke vil gøre det store.



Endelig. Et motel 500 meter fremme, til højre for vejen. Jeg decelerer hurtigt fra de 140 km/t til 40, og tager svinget uden problemer. Finder en parkeringsplads foran motellet, parkerer og går ind. Receptionisten er en kvinde midt i tyverne med en overdrevet høflig ”kan jeg hjælpe dem” maske. Jeg bestiller et rum; et stille et, væk fra de andre gæster, og finder den bærbare frem, så snart jeg har indfundet mig i rummet. Åbner Bachelor opgaven, ”Hyperinflationen og Porter”, og begynder at skrive. 8 dage tilbage, stadig 40 sider for kort.

2 timer senere er ingen strøm tilbage, og jeg har glemt adapteren på det sidste motel. I mangel af bedre, og fordi jeg ikke kan sove, finder jeg en tilfældig essay frem, som jeg vidst fik fra min Amerikanske kæreste – Amanda -, og begynder at læse ”Milan Kundera: Langsomheden”. Stik imod min forventning, er essayet meget mere interessant, end Amanda selv. En gammel mand, som, som alle andre gamle mænd, jamrer over, hvor forhastede og kolde nutidens mennesker er. Bare det, at denne her gamle mand ikke forsøger, at tvinge sin opfattelse af det hele over dig, men vil have dig til at tænke over det, og forme din egen mening. Forfriskende, at der findes gamle mænd, som ikke er gnavne.
Well, på tide, at jeg forsøger at få lidt søvn. Jeg har været vågen i snart 21 timer på grund af den her forbandede jetlag, og måske sovet tolv timer de sidste seks dage. I det mindste er jeg ikke begyndt at se syner endnu.


Jeg fik et sted mellem 2 og 3 timers søvn. Lå der i sengen. Først på højre side, så på venstre, på maven og på højre side igen. Da jeg var vågen, tænkte jeg over, hvordan jeg skule få bacheloropgaven færdig, og da jeg sov, drømte jeg, at jeg kørte bag Kunderas bil. Fløjtede, knyttede min næve, bandede og råbte op om, at jeg måtte køre hurtigere. Han ødelagde det hele, og jeg ville og måtte forbi ham. Jeg forsøgte flere gange at overtage ham, men hver gang ente det med, at jeg stødte frontalt ind i en lastbil og vågnede.
Til sidst kom jeg forbi ham, og jeg kunne mærke hurtighedens ekstase brede sig i min krop. 120 km/t, 150, 190, 241… Jeg kørte hurtigere og hurtigere. Jeg var om at sprænges af lykke og grinede højt, da jeg opdagede, at ingen sad i bilen. Førersædet var tomt, og det var ikke mig som grinede. Det var bilen, som havde åbnet sin uhyggelige mund, fyldt med tandhjul og klokker, som grinede. Den lyttede til electro musik med sidespejlene, og hjulene blev gradvis til bærbare PCer, som kørte rundt og rundt. Efter et øjeblik, åbnede bilen pludselig øjnene – som sad der, hvor forlygterne ellers sider – og jeg så, at det var mine øjne, som stirrede på mig, mens mit hår og skæg begyndte at vokse ud på bilen. Jeg vågnede med et sæt, og forsøgte ikke at sove igen.

Det er svært for mig efter den drøm, det må jeg indrømme, men jeg må videre. Jeg pakker sammen igen, og går ned til receptionen for at købe lidt sodavand, før jeg går videre. Det er den samme dame, som sidder i receptionen og dog. Jeg kan ikke længere få øje på hendes maske, og ser pludseligt, at hun er ganske smuk. Mørkt langt hår, dybe brune øjne, og et par meget velformede bryster, som det pludselig er svært, ikke at se på. Nej, jeg må videre. Jeg kan ikke stå her og dagdrømme, blot fordi jeg har haft et mareridt eller to. Tasken i bagagerummet, sælen i hapseren og af sted.

Jeg kørte derudad i to dage. Stoppede for at besøge toilettet, og købte noget fast food nu og da. Jeg fik alligevel ikke sovet, og det syntes som om, at landet var løbet tørt for adaptere.


En mærkelig fornemmelse, jetlag. Du er helt vågen, du har overhovedet ikke brug for at sove, ingen fornemmelse af, hvad klokken er, og lever nærmest i en ekstase. Men alligevel er du træt. Har søvnlatter, får mærkelige tanker og ser omridset af ting, skygger, som du ved, ikke er der, og også forsvinder, om du kigger nærmere. Alt bliver tydeligere, og det er som om, at du har lettere ved at lade dit indre jeg tale. Tænker på, og taler om, alt muligt, som du normalt fortrænger. Men på samme tid er det som om, du overhoved ikke er i din krop. Som om, at du ser på det hele, bare kan læne dig tilbage, slappe af, og se en anden dumme sig i din krop, mens du mærker alt det positive, nydelsen. Det negative og skyldfølelsen er borte- Lige til du pludselig bryder sammen over, at du taber en kniv, eller ikke kan finde en blyant, og bare vil have fred. Bare vil sove, og bare vil slippe bort fra det hele.
Egentlig en fornemmelse, som er meget som Kunderas definition af hurtigheden: ”En besynderlig alliance mellem teknikkens kolde upersonlighed, og ekstasens flammer”. Bare at føle, at du er mesteren over det hele. At du kan accelerere som du vil, køre fra alle dine problemer, glemme at tage hensyn til andre, miste al kontakt med alt det, som du holder af og bekymrer dig om. Bare være farten, være et med bilen, og vide at intet kan stoppe dig, så længe du ikke møder en sneglebilist. Om du ikke kan overhale sneglebilisten, så bliver du irriteret, fordi bilisten forhindrer dig i, at udnytte dit fulde potentiale. Forhindrer dig i, at bruge alle de hestekræfter og den styrke, som du har kontrol over. Som burde gøre, at ingen kan forhindre dig i at køre derudad og mærke ekstasen for evigt.
Men en dag – det kan tage uger og det kan tage år – en dag, mister hurtigheden sin virkning. Det hele mister pludselig alt det, som ellers var ekstatisk, og du må have en større bil. Flere hestekræfter, og mere brutal fremdrift. Og sådan bliver det ved. Du bliver hurtigere og hurtigere træt af hurtigheden, og må have noget større, noget hurtigere, til du til sidst stopper op på grund af for få penge, eller fordi, at du nu bliver træt af det hele på daglig basis. Der er ikke nogen ekstase tilbage i hurtigheden, og du er udbrændt.

Et motel, 500 fremme til højre, Jeg vender bilen elegant, men glemmer at tage farten af hurtigt nok, og er lige ved at hamre ind i en mur. Til al lykke sker intet, og jeg finder en parkeringsplads. Receptionisten, en gammel mand, er tydeligvis bekymret over, hvordan jeg ser ud, og spørger, om han skal kontakte en læge. Jeg siger nej tak, mumler et eller andet om jetlag og om jeg kan købe en adapter. Den gamle finder en frem, og lægger nogle sovetabletter oveni - gratis.

Jeg sov omkring de 34 timer. Hver gang jeg vågnede, tog jeg endnu en sovetablet, og faldt tilbage til tomheden. Jeg drømte flere variationer af bildrømmen. Nogle gange døde jeg, nogle gange kørte jeg ind i Kundera, et par gange sad Kundera pludselig inde i bilen, og kiggede på mig med et sorgfuldt blik. Og en gang, mod enden af de 36 timer, sad jeg pludselig inde i hans bil, mens min bil stadig forsøgte at overtage Kunderas bil.

Tomhed. Træthed, tomhed og ligegyldighed, er det eneste, som jeg mærker, da jeg langt om længe vågner. Selv om jeg ikke ser megen mening i det, går jeg ud af sengen, klæder mig på, og går ned for at se, om jeg kan få noget at spise. Den gamle mand og en ældre kvinde er begge bag receptionen, da jeg kommer ned. Den gamle lyser op, og fortæller mig, at jeg ser bedre ud. Jeg forsøger mig med en grimasse, som jeg synes er meget tæt på et smil, og spørger, om de serverer nogen mad her. Den gamle forklarer mig, at de ikke fik tilladelse til også at servere mad på motellet – noget om idiotiske ny regler og brandfare -, men siger, at siden jeg helt klart har brug for det, kan jeg komme bag om med ham, og få en smule at spise, mens han tager sig en pause fra receptionen.
”En smule” viser sig at være genophedet oksefilet, lækker hjemmelavet sovs, pæne kartofler og en skål salat. Jeg er for sulten til at protestere, så jeg takker og begynder at spise. Den gamle sætter sig sammen med mig, og da jeg så småt begynder at spise i et lavere gear, begynder vi at tale. Han er en gammel gut, fra 1929, oprindelig fransk, og boede i Paris i et par årtier. Eventuelt blev han træt af storbylivet, solgte det han havde og flyttede in med den kvinde, som senere skule blive hans kone. De blev gift for 4 år siden.
Jeg fortæller min historie som den er, uden at pynte for meget. Født, bosat, studerer, suser fra sted til sted, taler sjældent med familien, dyr bil og har en kæreste i hvert land. Ingen, som jeg er forelsket i. Ingen, som jeg ser som andet, end et objekt, eller som jeg bruger til andet, end at få tiden til at gå med. Jeg ved ikke hvorfor, jeg fortæller den gamle det, men han er god til at lytte, og han synes ikke at se mig som den slyngel, som så mange andre ser mig som.- Specielt mine ekser. Eventuelt fortæller jeg ham om, hvor længe jetlagget har plaget mig, og hvordan Milan Kundera og ”Langsomheden” synes at forfølge mig. Til min overraskelse viser det sig, at den gamle har læst Kundera. Siger endda, at han har mødt ham i en café. Og han ved lige med det samme, hvilken tekst jeg taler om. Vi taler lidt frem og tilbage om teksten, hvor godt den passer til mit liv, og så videre.
Efter nogle timer afgør jeg, at det er på tide, at gå videre. Jeg har lidt over 3 dage til at nå hjem, og 30 sider tilbage af bacheloropgaven. Da jeg er på vej ud, tager den gamle i min hånd, siger det var hyggeligt at møde mig, og beder mig huske, at det ikke blot var hurtigheden, at Kundera skrev om. Der er andet til i denne verden end hurtige biler, og indikerer med hovedet mod en ung smuk pige, som er i gang med at booke et værelse.

Jeg kører videre, holder, til min overraskelse, alle fartbestemmelser. Jeg er stadig tom, jeg er bange for, at jeg skal forvandles til bilen igen, og jeg tænker over alt det, som jeg og den gamle talte om:
Langsomheden, er ikke blot, at man er langsom. Det er ikke blot det, at man irriterer andre bilister, og tager sig tid til lige at kigge på et slot, og at gramse lidt på en kvindes lår i håb om, at have sex senere. Langsomheden er, at man er til stede. Det er, at se slottet. At blive fascineret af det, og finde nydelse i synet af det. Langsomheden er, at kærtegne dem man elsker, og finde nydelsen, og en følelse af samvær i, at kærtegne dem. At vise dem, at man tænker på dem, at man elsker dem, og få kærlighed tilbage fra dem. Langsomheden er at være bevidst om, at man lever, og at dele det med andre. At dele den varme, som kommer af, at man berører et andet menneske. Dele udsynet af slottet, med en som man er sammen med, eller dele med slottet selv. Langsomheden er, at være i harmoni med livet, og de ting, som man nyder.
Hurtigheden er, på den anden side, at ville have det hele på en gang. At gå efter den ypperste følelse. En følelse af kontrol og af, at man er usårlig. En følelse af, at man er som en kommet, som suser gennem universet, ser det hele, ved det hele og kan suse i det uendelige. Eventuelt vil man brænde op. Eventuelt, vil man savne berøring med andre, og eventuelt, vil man indse, at hele ens liv har været bygget op omkring, at mærke denne ene ekstase, og at det ikke er ”jeg”, som lever gennem ekstasen, men ekstasen, som lever gennem mig. Det er jeg, som er blevet objektet, og ekstasen, som er blevet mig.
Det er selvfølgelig rart at mærke ekstasen nu og da, men et helt samfund, som er bygget op omkring hurtigheden… Det er ikke så mærkeligt, at alt flere går til psykolog, og at stress bliver et større og større problem.

Jeg ved ikke, hvad jeg skal gøre herfra. Jeg klarer sikkert, at fuldende Bachelorprojektet, at komme hjem og at leve som jeg vil. Men jeg ved ikke længere, hvad jeg vil. Langsomheden lyder som noget skønt. Et liv, hvor dine følelser er ægte, og du altid har en anden eksistens, at hvile i og med. Men det er også et liv, hvor jeg kan blive såret. Hvor en arbejdsgiver, en ven eller en kæreste kan bruge mig, til at opnå hurtighedens ekstase, og min langsomme eksistens bliver til pinens eksistens. Uden nogen ekstase til at heldbrede den

Et fly suser over søen med en helvedes fart. Små lam løber rundt i græsset, og fisk soler sig på søens bund. En ung mand sider ved bredden og kigger ned i vandet, som om han er i dybe tanker. Hans fremtid er usikker, og han er næsten sikker på, at han ikke vil fuldende sin uddannelse. Han overvejer, om han skal begynde at skrive, og ellers leve sådan som livet nu en gang kommer. Den unge kvinde, som lige er kommet over sin kæreste – en kold fyr, som bare brugte hende, for at få sin sexuelle lyst stillet, og få bekræftet, at han var noget – nærmer sig langsomt den unge mand, og lægger en hånd på hans skulder. Han stivner et øjeblik, og hun er lige ved, at trække sin hånd tilbage, da han lægger sin på hendes.

The broken mirror

Uml. eitt hálvt ár síðani eg skrivaði hesa yrkingina. Myrkt uttanfyri, alt ljós sløkt uttan tað frá telduni, restin av familjuni lá og svav. Ikki eitt kis hoyrdist nakrastaðni.




- Noyddist tíverri at uploada yrkingina sum eina mynd, fyri at teksturin kundi setast ordiliga upp.

Tuesday, December 23, 2008

Mín hjartans fína og skýming

Tvær av mínum fyrstu yrkingum. Frá teirri tíðini, tá eg helt tað var stuttligt at seta yrkingarnar á myndir... Tað bleiv tó skjótt alt ov trupult, at rætta í yrkingunum. Fyrra yrkingin hevur fingið sera nógvan íblástur frá T.N. Djurhuus.



Tesktur:

Mín hjartans fína

Á nátt, á vetri, vit bæði,

saman halda vit lagið.

Tætt saman vit liggja,

hitan so við og við byggja.

Leiður meg gjøgnum dreymar

- stuttar, langar ella eymar-

Alt kann henda á nátt.

Millum okkum er alt gott.

Tó at eg brúki eina aðra,

er tað ei fyri at særa.

Tí eg elski teg yvir alt,

so er tað fortalt.

Ja tú mín hjartans fína,

tú mín elskaða dýna.




Tekstur:


Skýming


Í einsemi eg siti,

hægst á størstu rók.

Í einsemi eg hiti

Hjarta við eini bók.

Í einsemi eg flúgvi,

aftur á gamlan veg.

Í einsemi eg trúgvi:

"Tá var ikki bert eg."

Í einsemi eg syrgi,

smíl um farna líð.

Í einsemi eg byrgi

Inni gamla tíð.

Glas fjallið

Ikki langt frá at hetta er fyrsta essay/yrkingin hjá mær.- Man vera frá fyrst í 2007 vildi eg gitt:



Tað er so um, at eg eri á einum fjallatindi. Eg eri aftanfyri ein múr. Eg eri aftanfyri eitt vindeyga og eg eri uttanfyri alt í hesum heimi. Tað er so um at sinnið bara sveimar aftur og fram. Millum kroppin og millum ævinleikan. So um at onkur hevur punkterað leguna, sum lívsins á rennur eftir, og eg bara koyri í meldur kring hetta holið, meðan megin verður soðin inn í tað....


Tímin

-Stilli -

Í einsemi eg siti,

hægst á størstu rók.

Í einsemi eg hiti,

hjartað við eini bók.

Í einsemi og longsli,

í kenslunnar fongsli,

síggi eg hana,

ljósa og vana.


Í einsemi eg gráti,

Í einsemi og myrkri,

Í einsemi eru skuggar,

Sum loyndarfullir spyrja...

síggi eg teg aftur?

Neyðarrópið

Skrivaði hesa yrkingina í endanum av 3. S. í studentaskúlanum, beint tá heimaarbeiðsfjallið var ov stórt, og eg skyldaði einar 10 stílar og samfelagsfrøðiuppgávir...


Neyðarrópið


Drímbýtur Kolvitnadali sat í skúlanum og lurtaði eftir einari áhugaverdari framløgu í enskum, tá hann brádliga sá tað:

Fuck,
Eitt orð millum mong,
eitt orð í meldrinum
av stjørnum, sirklum og krutli.-
Eitt orð, ið var skrivað á borðið.

Fuck,
hvat sigur tú ikki nógv um næmingsins støðu.
Har hevur hann sitið,
frustreraður, troyttur, livandi jarðaður
í hini 11inti pláguni. Heimaarbeiði.

Fuck,
eitt neyðarróp djypri
enn Heimdal fatar.
Eitt tekin um vónleysa sálarangist
og klaustrofobiskar kenslur,
sum vilja út.

Fuck,
Orðið vit uppgevandi teska
Tá lærarin spyr:
“Hvar er stílurin?”




Lukturin í San Francisco - Dagur 13

Fríggjadagur, 13. Juli:
Fríggjadagur tann trettandi kom meðan vit vóru umborð á einum transaltantiskum flogfari, og er einasta orsøkin til at vit ikki duttu niðu úr luftini helst tann, at eingin vegur var til svørtu kettuna at fara yvirum. Regin sat framvegis og las, meðan hinir tríggir royndu at sova.
Klokkan 12:55 lendu vit í París, og Regin byrjaði at fabla upp um reiðmenn, Lannistarar og gandakallar, sum vóru komnir úr bókini, og vóru fólk flest samd um, at hann møguliga hevði lisið í so leingið í eitt. Hann var tó ikki steðgaður í trygdareftirlitinum, og komu vit tískil øll gjøgnum villingarsama Charles d’Gaulle flogvøllin, og umborð á flogfarið við kós móti Danmark.
14:50 lendu vit, noyddust at checka inn umaftur, og keyptu síðani eitt sindur inn áðrenn vit settu kósini móti Føroyum.

Lukturin í San Francisco - Dagur 12

Hósdagur, 12. Juli:
Vit góvu okkum ikki stórvegis far um luktin, luftaðu út, fóru eina seinastu fer í brúsubað, tóku av sengrunum, pakkaðu, og hoppaðu eitt sindur á taskunum, fyri at alt skuldi passa í. Tá vit vóru lidnir gekk ikki long tíð áðrenn bussurin var har, og vit fóru móti San Francisco lufthavn, sleipaðu viðføri niðan til check in, checkaðu in, og fóru síðani til trygdareftirlitið, sum var eitt lítið sindur meira umfatandi enn her í Føroyum. Vit skuldu úr skógvunum og belti, og ein maður stóð og róptu um veskur og tøkni. Vit komu tó øll ígjøgnum, og fóru oman móti terminalinum.
Vit komu nakað tíðliga til terminalin, fyri einaferð skyld, og royndu tí at fáa okkum okkurt at eta. Vit fýra vildu hava pizza, ordiligan mannfólka mat, men fingu frænir um hvussu lítlar tær vóru, og at vit vóru í vanda fyri bert at fáa suppu ella okkurt líknandi, vegna trot á matvørur. Tí fóru vit at leita eftir øðrum mati, og endaðu vit at eta nakrar risa Amerikanskar burgarar.
Klokkan 15 eitt ella annað, fóru vit til terminalin, komu innar í bíðirúmi, og bíðaðu eina løtu. 15 eitt sindur seinni fóru vit inn í flogfari, og Regin setti seg at lesa.

Lukturin í San Francisco - Dagur 11

Mikudagur, 11. Juli:
Lukturin var... Burtur... Ella tað hildu vit so í hvussu er, tó at fólk stóðu merkiliga langt burtur frá okkum, áðrenn vit fóru í brúsubað henda morgunin. Men eins og lutkurin var burtur, so var skemaði tómt henda morgunin. Tískil gingu vit runt og slappaðu av, keyptu tey seinastu tingini (eitt nú keypti Regin ymiskt til familju og vinir, og tað fyrsta plaggi á túrinum, eina Governator T-Shirt).
Tað var ikki fyrren út mót seinnapartinum, at vit øll savnaðust, og fóru ein túr til The Maritime Museum. Vit hugdu eftir nøkrum gomlum bátum, sóu hvussu San Francisco búgvar bygdu bátar (teir kundu lært nógv av føroyinum), og nutu luktin úr havinum. Síðani fóru vit ein túr yvir til ein gamlan undirvatnsbát, og fingu ein audiotúr. Tá vit komu út aftur vistu vit sostatt alt um lívið umborð á einum tílíkum fari, hvussu umstøðurnar vóru, hvussu teir førdu kríggj, og hvar alt var. Sum eina bonus sleyg Regin høvdið í tríggjar ferðir, triðju ferð so mikið hart, at tað sortnaði fyri eygunum eina løtu, og lærdi, at ein ikki skal ganga upprættur ella dagdroyma umborð á einum undirvatnsbáti.
Tá vit komu heim gjørdu tey vaksnu sær ómak, fyri at vit ikki skuldu kunna fara niður í køkin, og vit pakkaðu eitt sindur, og slappaðu annars bara av. Út móti kvøldi lótu tey hurðina upp innar í køkin, Tróndur spældi ein fanfara, og vit komu innar í eini høli, sum sóu út so um at ein aristokratisk veitsla skuldi haldast har, rákaði borð við fínum gløsum, við sukurkantum, lekrari saft, bommum og grønmeti. Meðan vit gingu runt og nutu hetta, koyrdu tey vaksnu salat, tomatir, agurkir, ketchup, dressing, búffar og búrgara bollar á eitt borð, og vit settu okkum niður við nøkur onnur stásilig borð.
Kvøldið var frálíkt. Vit ótu lekrar burgarar, lurtaðu eftir góðum talum, flentu eftir Trónda, sum skuldi greiða frá, og Niglasi, sum skudli vera hendur Trónds, og síðani Hugin og Herdis, sum skudlu greiða frá Alkatraz túrinum. Síðani skuldu vit siga, hvat vit hildu hevði veirð tað besta við túrinum. Regin helt tað hevði verið tá Karolina skuldi presentera øll á alzheirmers heiminum, Hugin helt at vit (HUH) vóru best, Niklas at Amerikonsku genturnar vóru tað besta á túrinum, og Tróndur helt at tað besta hevði verið, tá Ken seg “vit minnast øll” á alzheimers heiminum. Tá tað var liðugt, góvu vit frá HUH teimum vaksnu nakrar tallerkar, sum vit høvdu skriva okkara nøvn á, og Ken fekk eitt bílæt og ein dirigent stav. Tað vísti seg eisini, at tey vaksnu høvdu keypt okkurt til okkara. Tey høvdu nøkur heiðursmerkir, við áskriftini “HUH San Francisco 2007”, og góðu okkum tey, síðani vit høvdu verið so íðin, røsk og fitt (í hvussu er størsta partin av túrinum).
Nakað seinni vóru øll liðug at eta, og vit fóru so smátt móti kømrunum og sengrunum, tó at vit ikki løgdu okkum at sova heilt beinanvegin.

Lukturin í San Francisco - Dagur 10

Týsdagur, 10. Juli:
Henda morgun framdi Regin eina ræðuliga brotsgerð. Hann lat vindøgini upp, og myrdi sostatt luktin. Fyri at mótmæla umhugsaðu Hugin, Niklas og Tróndur, at lata vindeyga aftur aftur, men megnaðu ikki at koma úr sengrunum, síðani Regin var farin upp, og lat upp, so ókristuliga tíðliga sum klokkan átta.- Um morgunin!
So við og við kom restin eisini upp, vit fingu okkum morgunmat, brúsubað, bustaðu tenn og so framvegis. Hvat vit annars gjørdu henda morgunin, og um nón, er ringt at vita, síðani tað var Mánakvøldið vit skrivaðu notatirnar.
Men um ellivu tíðina var ætlanin, at vit skuldu fara við taxabilum inn til Union Square, og spæla har frá 12:00 – 13:00. Vit leitaðu tískil enn einaferð ljóðførini hjá okkum fram, og vóru nøkur, sum møttu uttanfyri til ásettu tíðina. Tó mundu flestu taxafyritøkurnar í San Francisco havt hoyrt um, hvussu von vit í Føroyum eru við at møta stundisliga, og tískil tók tað eina góða løtu, tvær, og tíggjar áðrenn øll vóru komin avstað.
Tá vit komu avstað vísti tað seg, at tað var ferðsluproppur kring Union Square tí Baseball liðið júst tá koyrdi framvið við løgregluverju, og tískil vóru vit uppaftur meira seinka. Tá klokkan var fimm minuttir í tólv var bara helvtin av HuH komin til Union Square, og Ken var burtur. Men vit, sum vóru komin, byrjaðu tó at seta upp, og ivaðust í hvat hundans vit skuldu gera, um Ken og hini ikki komu fram. Ein minutt í tólv komu Ken og hini tó, og vit skundaðu okkum at stilla rest upp, blása eitt sindur í munnstykkini, og so var tað bara at spæla.- Henda konsertin hevði tó ongar aðrar spennandi hendingar, og gekk væl.
Um kvøldið fóru vit ein túr til Musicalin um The Jersey Boys. Vit koyrdu avstað í tveimum limousinum. Einari vanligari, og einari veruligari Hummer limousine, sum allir limirnir í HuH onkursvegna fóru í, meðan tey eldru vóru í vanligu limousinini. Tó at vit ráðnýttu at sita í hesi limousinuni, og kendu okkum sum tær stjórnurnar, sum San Francisco var fari at kenna okkum sum, noyddust vit at fara út aftur, tá vit komu fram til sjónleikahúsið, so fóru so spakuliga innar, og niðan móti plássunum hjá okkum, sum vóru allarovast. Vit settu okkum væl til rættis, og nutu síðani musicalin um Franki Valli & The Four Seasons.
Tá musicalurin var liðugur tóku vit Taxa (ev) heim til hostellið, fingu okkum nátturða, og fóru síðani so við og við til songar.

Lukturin í San Francisco - Dagur 9

Mánadagur, 9. Juli:
Vit vóru nú so vanir við luktin, at vit so smátt vóru førir fyri, at analysera hann nærri. Vit komu fram til, at hann minti mest av øllum um eina løgna aroma blanding av ramum sveitta lukti, mannfólka saunaði út á dagin, gamlir menn og nazh osti. Tað var tá vit fingu hugskoti, at selja luktin til Amerikanska herin, men tíanverri svímaðu samráðingarleiðarin áðrenn nøkur avtala kom í lag, og rann avstað tá hann kom til sín sjálvs aftur.
Tá vit høvdu etið morgunmat og alt tað vanliga, avgjørdu vit (Hugin, Niklas og Regin) at fara út og shoppa. Vit bíløgdu ein taxa við tí í hyggju, at fáa ein villan býartúr. Tíanverri vísti tað seg at hetta ikki gekk sum ætlað. Bilførarin var ein coolur trúgvandi algerskur muslimur, sum als ikki vildi bróta ferðslulógina, men tó fegin koyrdi okkum runt í býnum, greiddi okkum frá Little Italy, China Town, The Financial District og økjum, sum vit av tilvild koyrdu framvið, áðrenn vit hildu áfram móti Union Square, og góðu honum so eitt sindur meira enn neyðugt fyri túrin.
Vit byrjaðu við at hyggja eitt sindur eftir klæðum (í hvussu er Hugin og Niklas), og funnu síðani ein bókahandil til Regin, sum hann nakrar tímar seinni kom út úr við einum 15 tjúkkum bókum, sum snúðu seg um alt frá Maxw Weber og búskaparfrøði, til Willam Blakesa samlaðu yrkingar og víðari til ymsar romanir og science fiktion/fantasy bøkur.
Seinnu savnaðust vit øll, og fóru ein túr í China Town, at finna okkum mat, og hyggja eftir Kinverjum. Vit gingu bæði leingi og langt, men at enda funnu vit eina matstovu, og fóru innar at eta. Matstovan tyktist ikki at vera heilt so nýmótans, ella væl útgjørd sum tær, sum vit eru von við, men vit fingu tó mat, sum tó fekk meira ivasom skotsmál frá summum HuHarum.
Tá vit vóru liðug við at eta, gingu vit fýra út úr China Town, kapraðu ein taksa, og fóru heim til hostellið. Vit spældu síðani pool fyri einar 40 dollarar, ótu nátturða og svóvu.

Lukturin í San Francisco - Dagur 8

Sunnudagur, 8. Juli:
Lukturin var enn livandi, men var nú blivin so sterkur og ógvusligur, at vit bara rýmdu út úr kamarinum, við einari kámari mynd um okkurt ræðuligt grønt nakað, sum greip eftir okkum, og navnið “Gamle Ole” etsa í minni okkara.
Tá vit høvdi vaska tað ringasta av luktinum av okkum, og fingu okkum morgunmat, var so smátt tíð at fara á sightseeing, áðrenn vit fóru út at shoppa. Bussførari okkara var ein eldri maður, sum ikki tosaði alt ov hart, men tó royndi at greiða okkum frá hvat tingini vóru, sum vit koyrdu framvið, og tað søguliga. Hann segði tó, at tað ljóðaði so um at vit høvdu verið tær flestu staðni, og tí settu vit næstan beinanvegin kós móti snúnings gøtuni. Vit fóru av bussinum har, og gingu omaneftir, tóku eina mynd ella tvær, og hildu síðani áfram oman aftur til bussin
Bussurin koyrdi so ímóti Golden Gate, og avgjørdu vit, eftir tógvið stríð, at ganga tvørtur um hana. Fyrst skuldi onkur tó á ves, og kom at bíða nakrar minuttir, og aftaná tóku vit nakrar myndir av HuH frammanfyri brúnnið. Tá tær vóru tiknar, gingu vit yvir móti brúnni. Tey, sum høvdu hæddarskrekk gramdu seg um, at ein merkti brúnna sveiggja aftur og fram um ein stóð stillur, at tað var eins óunnuligt at hyggja upp sum at hyggja niður, og sóu fyri sær hvussu brúgvin kundi rapa hvørja løtu, ella hvussu ein fór dettandi av henni ella einum av teimum skýhøgu steyrunum.- Regin, sum illar tungur vilja vera við er ringur í hæddarskrekk, var tó so heppin, at hann fylgdist við Hóra og Jens Petur, og tosaði við teir um fólk á brúnnið, sum gjørdu sjálvmorð (og tær løgnu sjálvmorðs- telefonlinjurnar á brúnni), sinnisjúk fólk, og fekk nágreiniligar frágreiðingar av ymsum óhugnaligum hendingum. Sostatt fekk Regin eina heilt serliga uppliving við nógvum væl undirbygdum hugnaligum myndum á hesi brúgv, sum sigst vera staðið í heiminum, við flest sjálvmorðum. Onnur nutu útsýni, hugdi eftir gamla fortrinum undir brúnnið, fundamentinum, bilunum, sum ruku framvið, og gleddu seg til at kunna reypa fyri vinfólki.
Tá vit vóru komin tvørtur um brúnna, savnaðust øll aftur í bussinum, og vit hildu áfram móti stóra innkeypssentrinum.
Eitt sindur yvir ein tíma seinni vóru vit nærum komin til staðið, og fingu okkum fyrst nakað at eta (fingu boð um at drekka nógv), áðrenn vit komu til eina risastóra savning av handlum mitt í ongamannalandi, og brølandi dundrandi hita, sum sambært Niklas var so ringur, at buksurnar hjá honum nærum rullaðu heilt niður á vegin (tó hann ikki metur, at genturnar høvdu blivið so keddar av tí). Síðani gingu fólk runt og mólu. Keyptu klæðir, luktilsi, skógvar, taskur og annað slíkt (ella einki), og síðani fóru vit ein stuttan tein yvir til eitt annað stað við sama úrsliti.- Tó at onkur eisini fekk ís har J
Síðani koyrdu vit heimeftir aftur, nakað seinkað, og rendu okkum beint inn í myldritíðina, um somu tíð, sum helvtin av HuH byrjaði at gremja seg um, at tey vóru um at spreingjast tí tey vildu á ves. Tíggju minuttir seinni steðgaði bussurin, og fólk fóru hálva vegna rennandi oman móti vesinum. Síðani hendi ikki so nógv, annað enn at vit komu heim, fingu nátturða og síðani til songar.

Lukturin í San Francisco - Dagur 7

Leygardagur, 7. Juli:
Lukturin var nú onkursvegna muteraður. Ein sá okkurt difust mjórkakent út gjøgnum eygnakrókin, men um ein royndi at hyggja nærri at tí, hvarv tað. Lukturin var komin inn gjøgnum nøsina, og hevði hagani førka seg upp í heilan, og billað okkum inn, at hann var vinur okkara, og at vit ikki skuldu lata vindeyguni upp. Vit komu tískil út úr kamarinum heldur tungir í høvdinum, og skiltu ikki hví alt húsi var fult av fólkið við Meksikanskum uppruna. Tey vóru allastaðni, og Niklas, Hugin og Tróndur vóru sannførdir um, at tey høvdu hersett hostellið, og nú fóru at tvinga teir til at gera sín egna mat, vaska upp, lufta út, rudda upp og aðrar ræðuleikar. Tí runnu teir innaftur í kamarið at sova (og gloymdu alt um hesar tankarnar), meðan Regin, sum við sínum ótrúliga intelligensi sá, at tað ikki kundi vera hersetandi Meksikanar, tí at teir eingin vápn høvdu, tók sær nakað av mati, og rýmdi niðurundir at eta, meðan hann royndi at finna út av, hvussu hann kundi skapa frið á jørð, og í menniskjum góðan tokka.
Hann hevði júst funnið útav hvussu, tá Hugin og Niglas komu framvið, og greiddu frá, at teir fóru inn í býin at shoppa, og at Tróndur varð verandi eftir heima. Teir báðir so gjørdu, og Regin var sitandi eftir, og gramdi seg um, at hann nú hevði gloymt, hvussu hann skuldi loysa allar heimsins trupulleikar.
Klokkan 11:00 byrjaðu vit at savna fólk, fyri at fara oman móti Pier 39 at hava eina konsert. Nakað seinni vóru øll fólk og ljóðførir savnað, og vit fóru upp í taxa bilar, sum koyrdu okkum oman á Pier 39.
Og bíðaðu so til nakað yvir klokkan tólv, áðrenn vit fóru undir at spæla. Konsertin har gekk væl, øll vóru nøgd, fólk søgdu at vit spældu væl, og einasta stuttliga hendingin sum so, var ein lítil samskiftistrupulleiki millum Karolinu og Brian.
Tá vit vóru liðug fingu vit 10 dollarar til at keypa mat fyri. Regin og Niklas høvdu hug til pitsu, og spurdu Ken hvar ein góð matstova var. Ken greiddu teimum frá hvar ein matstova lá (beint um hjørnið), og Tróndur og fleiri av gentunum avgjørdu at koma við, meðan Tróndur fór við Jonesenum, at granska tónleikahandlar. Meirilutin av vit fór síðani gangandi avstað. Og vit gingu, og gingu, og gingu (genturnar funnu sær okkurt fast food aktigt nakað), og gingu, og gingu (Hugin byrjaði at grenja), og gingu eitt sindur longur, áðrenn vit langt um leingi funnu matstovuna. Vit fóru innar, og gjørdu av, at vit ikki bara vildu hava pitsu, men eisini forrætt.
Eitt sindur seinni kom forrætturin, og Niklas segði, at her skuldi alt etast. Har var hvítleyksflyt, rækjur, kraklingar, oysters, krabbar, hummarar, blekspruttur, okkurt løgið nakað, kál, og sitrón.- So mikið nógv, at vit longur vóru hálvavegna mettir, tá pitsan kom. Og pitsunar smakkaðu eisini ótrúliga væl.
Tá vit vóru lidnir, fóru vit gangandi oman aftur til Pier 39, hugdu eftir sjóleyvunum, keyptu nakrar plakatir, og savnaðust síðani aftur saman við øllum hinum. Vit fóru so gangandi inn aftur sama veg, sum vit júst høvdu gingið, og tey avgjørdu, at fáa sær at eta á somu matstovu, sum vit høvdu etið á. Meirilutin av vit orkaði ikki at eta aftur, og avgjørdu, at taka kápil vognin inn til Union Square, og mala runt har, meðan vit bíðau eftir at fara í biograf.
Vit gingu forbíð kápilsteðgistaðið, sum hevði fleiri hundrað fólk í køð, og lupu uppá ein vogn nakað longur uppi, tó at Regin næstan varð blakaður av, tí hann sat og dagdroymdi tá atgongumerkini skuldu latast inn. Allir tríggir komu tó fram í øllum góðum, og møttu har Karin og Leif. Hugin og Niklas gjørdu av at fara og shoppa, meðan Regin ikki tímdi at ganga og mala aftaná meðan teir keyptu inn, og fór saman við Karin og Leif, sum bjóðaðu honum eitt kakustykki og vatn.
Tá Hugin og Niklas komu aftur, fingu teir ein hvøkk, tá teir spurdu hvar Regin var. Karin visti at siga, at Regin var farin ein túr omaneftir við Gunnvá og Rannvá, og hetta skiltu Hugin og Niklas fyri alt í verðini ikki, tí Regin júst hevði sagt, at hann ikki tímdi at fylgjast við teimum, tí teir bara gingu runt og hugdu eftir klæðum. Til Huginar og Niklasar sálarfrið vísti tað seg tó, at Regin bert var farin omaneftir við teimum, at keypa eitt pitsa stykki, og ikki at shoppa.
Ikki so nógv seinni vóru øll savna, og fóru at hyggja eftir Rattatuille, tó at Niklas fyrst fekk ein enn størri hvøkk, tá hann hugdi eftir einari lekrari damu, sum brádliga fór at tosa við einari djúpari mannfólkarødd.- Ivasamt er, um Niklas enn er komin seg av hvøkkinum. Tá Niklas so smátt var steðgaður at ristast, fingu vit fatur í atgongumerkjunum, og settu okkum at hyggja eftir filminum, sum flest øll vóru samd um, var sera góður og fittur.
Vit fóru heim við kápulvognium, møtti einum stinkdjóri, og fóru síðani til songar.

Lukturin í San Francisco - Dagur 6

Fríggjadagur, 6. Juli:
Lukturin... Myrkur... Kuldi... Óvaskaðir vátir hundar...
Tá vit komu fyri okkum aftur, vóru vit ávegis til Pier 33, og skuldu hagani taka ein bát til Alkatras. Veðrið var kaldari enn tað hevði verið, var skiftandi skýggja og sól, og eitt lítið lot var. Meðan Ken var eftir atgongumerkjunum til bátin, bíðaðu vit, og royndu at rista minnini um luktin av okkum aftur.
Tá Ken hevði fingið fatur á atgongumerkjunum, vórðu vit øll rikin inn í nakrar girðingar, og sótu har saman við einum øðrum bólki, og bíðaðu eftir at vit sluppu inn í bátin. Einar fimtan minuttir seinni vóru vit umborð. Summi sótu niðriundir og slappaðu av, og onnur vóru uppi á dekkinum. Tá vit fóru avstað byrjaði ein maður við feitari Amerikanskari accent at greiða frá reglum, trygging, hvat, hví og hvussu. Vit sótu og flentu eitt sindur eftir accentini, hugdu eftir brúgvum, oyggjum og Alkatras.
Síðani fóru vit í land, fingu enn einaferð at vita, at vit ikki máttu eta, forstýra fuglarnar, sum reiðraðust, og at vit skuldu ansa eftir og bara vera har, sum tað var loyvt at vera. Síðani fóru vit niðaneftir einari gøtu, og gingu framvið gomlu bygningunum, og havunum hjá vaktarmonnunum og familjum teirra. At enda komu vit til sjálvt fongslið, og fóru innar fyri at fáa okkum audiotúrar.
Geglið sá út sum í filmunum, og sjálvt uttan audiotúrin, kundi ein nærmast hoyra fyri sær, hvussu fangarnir royndu at fáa tíðina til at ganga, vaktirnar gingu framvið, og kenda uppreisturin og samanbrestirnar. Við audiotúrinum ikki bara hoyrdi ein tað, men sá tað eisini fyri sær. Fangarnar, sum sótu í lítlum klivum, uttan nakað slag av privatlívið. Svóvu, lósu (um teir skikkaðu sær nóg væl), keddu seg, prátaðu, spældu tónleik ella larmaðu við at sláa okkurt móti rimunum tá tað var tónleikatími... Alt var gjørt í hesum lítlu klivunum, burtursæð frá tá teir vóru í brúsubað saman við tíggjutals øðrum naknum fangum, uttan nakað slag av forhangi, og við fangavørðunum sum eygleiðarum. Matarhølið við matinum, gasskanónirnar uppi á veggjunum, og fanga mataruppreisturin, sum endaði uttan bardaga. Vit hoyrdu og sóu fangauppreisturin, teir fangaðu fangavørðarnar, granatregnið og deyðarnar, sum hava verið á Alkatras.- Alt í alt ein sera áhugaverdur túrur, sum endaði við einum souvenirhandli.
Tá rundtúrurin var liðugur, fóru vit so smátt omaneftir aftur, tó at Regin fór ein túr inn í tann ovurstóra, og hugtakandi havan, við túsundtals fuglum (sum eisini lupu á hann og skvettu á bæði jakka og tasku), áðrenn hann kom afturíaftur. Síðani fóru vit umborð aftur á bátin, og settu kós móti hostellinum.
Men áðrenn vit komu so langt, møtti ein okkara einari ræðuligari sjón. Hugin kom gangandi friðarliga niðaneftir Fisherman’s Wharf saman við Niklas, tá brádliga leyp eitt ovurstórt, ræðuliga, myrkt plantuskap á hann, og rópti eitthvørt. Stakkals Hugin gjørdist so skakkur, at hann leyp afturá, skrálaði afturímóti, og nærum sló skapningin, sum vísti seg at vera ein buskmaður, niður.- Alt hetta til stóra frøði fyri tey áleið hundrað fólkini, sum hugdu og tóku bíløt.
Tá vit komu til hostellið, slappaðu vit av eina løtu, spældu billiard ella okkurt tílíkt, yrktu, undraðu okkum yvir, at so nógvir spanskt talandi Amerkiumenn vóru á hostellinum, og svóvu. Tá brádliga kom fyrst Gunnvá, og síðani Rannvá brestandi inn, og sleipaðu helvtina av okkum útum at spæla uttandurða spøl, meðan hinir lógu so fast og svóvu, at teir bara bobblaðu víðari.
Uttanfyri spældu vit fyrst eitt spæl, sum býtti okkum sundur í bólkar uppá trý fólk, og síðani bað Leif okkum gera allar møguliga og ómøguligar fysiskar aktivitetir, sum innibóru, at vit skuldu bera hvønn annan, verða átrakkaði, liggja á grasinum, standa á einum beini og so framvegis. Síðani spældu vit nakrar stafettir, og endaðu við trølla og ketupikk.- Ella, tá endaðu teir av okkum fýra, sum ikki svóvu, og runnu langt burtur, tí vit fingu boð um, at tað næsta skuldi vera ein seria. Men tó eitt stuttligt og forfrískandi kvøld, fyri teir minni dovnu HuHararnar.

Lukturin í San Francisco - Dagur 5

Hósdagur, 5. Juli:

Lukturin var, um gjørligt, verri henda morgunin enn fyrra morgunin. Vit vóru í ørviti, vistu nóg illa hvat var upp og hvat var niður, og vóru so mikið doyvdir, at vit nóg illa minnast hvussu hesin lukturin var, annað enn at ein bólkur av gomlum monnum, sum júst hava runnið tvørtur um Sahara kom okkum til hugs. Henda morgun varð vindeyga eisini latið upp, og vit komu so við og við fyri okkum.

Eftir morgunmat, brús og alt tað vanliga morgunfyrireikaríði, fóru vit út í ein buss við ljóðførunum, og settu spakuliga kós ímóti alzheimers heiminum, sum vit skuldu spæla á, men fóru fyrst ein túr til Aquariumið á Pier 39.

Vit vóru fyrst uttanfyri eina løtu, meðan Ken fór inn eftir atgongumerkjum. Vit hugdu eitt sindur eftir gips ímyndunum, lósu onkrar greinar, og undraðu okkum yvir, hví tey ikki lýstu, hvussu ein slaktar grindahvalur. Men tíanverri kom Ken út við atgongumerkjunum áðrenn vit fingu spurt starvsfólkini.

Inni í akvariið bygninginum fóru vit inn eftir einari gongd, sum, so løgið tað ljóðar, hevði fleiri stór akvarium, við fleiri løgnum, og vanligum havdjórum.- Eitt nú høvdu tey krabbar og fiskar. Aftaná at vit høvdu gingið eina løtu, komu vit til nakrar elevatorar, og fór inn í ein teirra. Guidin inni í elevatorinum greiddi okkum frá hvat og hvussu vit skuldu bera okkum at, nú tá vit fóru at koma niður í akvariumtunnilin.

At koma inn í tunnilin, var sum at vera í einum risa akvariumi, vardur frá vatninum og hávunum av einum tjúkkum glasrøri... Sum, við nærri eftirtanka, júst var tað vit vóru. Vit royna enn einaferð:

At koma inn í henda loyndarfulla tunnil, sum alt kundi goyma seg í, var sum at traðka niður á havsins tíðarleysa botn, og síggja alt tað, sum mannaeygu ikki eru gjørd at síggja. Tað var so um, at allir loynidómar havsins vórðu opinberaðir, meðan hávar spakuligu sveimaðu framvið okkum, ein sildastimi spjaddist, fyri síðani at savnast aftur og fara sum eitt skot avstað frá okkum, skrubburnar spældu krógva og blunda, krossfiskarnir sótu friðarligir og eygleiddu okkum, meðan skøtur hábarsliga fóru framvið okkum, og smíltu til okkara, eins og skapningar frá einari aðrari gongustjórnu, uttan at vera bundnar av at tyngdakraftin togar í okkum við 9,82 m/s2. Tó fekk eisini hesin tíðarleysi havbotnurin, umgyrdur av tí tjúkka glasinum, ein enda, og vit komu aftur til ein elevator, sum tók okkum upp á næstu hæddina.

Har var ikki eins poetiskt, og droymandi hugvekjandi, sum tað hevði verið niðriundir, men tó var eisini stuttligt at vera har. Vit kundu nema við fiskarnar, krossfiskar, og ymisk skeljadjór, og á tann hátt fáa eina betur fatan av, hvat mundi vera vælegnað sum matur, hvussu konsistensurin mundi vera, hvat sá átuligt út og so framvegis.- Men vit sluppu tíanverri ikki, at fáa nakað við okkum.

At enda fóru vit ein túr framvið handilin við útgongina, keyptu nakrar vakrar grýtuhandskar, og fingu síðani okkurt at eta uttanfyri áðrenn vit fýra og Brian og Joanne fóru at hyggja eftir sjóðleyvunum, sum tíanverri flest allar vístu seg at vera burtur. Vit vóru, so løgið tað ljóðar, fyrsti bólkurin aftur í bussinum, og sótu og bíðaði meðan hini so við og við komu. At enda vóru bara Teitur, Rannvá, Gunnvá og Hugin eftir. Tey komu so langt um leingi, og so hildu vit áfram.- Dagbókin hjá teimum fýra væl luktandi mannfólkunum veit tó at siga, at Hugin var ósekur í at tey vóru ov sein. Hugin var ávegis til bussin, tá Karin rópti, og bað hann fylgjast við gentunum og Teiti, sum hevði við sær, at Hugin var ov seinur, meðan Karin kom til tíðina. Ein hending, sum minnir ikki sørt um tá Karin misti genturnar burtur!

Síðani var kósin sett beina leið móti alzheimers heiminum, og fóru vit úr bussinum í einum vøkrum og friðarligum býarparti í Oaklandi, beint uttanfyri heimið. Innanfyri vóru vit væl móttikin av blíðum personali, sum greiddu okkum frá, at vit skuldu spæla uppiá, og síðani vístu okkum hvar lyftin var. Tað, sum vit sóu á vegnum til lyftina av heiminum, var vakurt, hugnaligt, reint og innbjóðandi. Eini tvey fólk vóru og vitjaðu familju ella kenningar á heiminum, tó at tað var ein vanligur arbeiðsdagur og arbeiðstíð. Fólkini, sum livdu har tyktist at hava tað gott (tó at tey høvdu alsheimers ella líknandi sjúkur), og arbeiðsfólkini vóru blíð, fitt og professionel á ein vinarligan hátt. Yvirhøvur tyktist heimið nærmast at vera ein ímynd av, hvussu eitt eldraheim skal vera.

Meðan vit pakkaðu út, komu eldrarøktararnir við stólum, leiddi summi av teimum eldri innar, meðan hini eldru komu gangandi inn, ella longu sótu á teimum stólunum, sum vóru settir upp í ein hálvan runding. Summi fólk komu yvir til okkara, spurdu hvar vit komu frá, søgdu hvussu fitt/vøkur vit sóu út, ella søgdu at tey gleddu seg til at hoyra okkum spæla.

Tá øll høvdu sett upp, og tubairnar báðar høvdu skift um pláss við Teit og Silju fyri at fáa betur pláss, fóru vit undir at spæla. Spælið gekk so nøkulunda, kundi gingið verri, men eisini betur, og helst hevur partur av orsøkini til, at tað ikki gekk heilt so væl sum vit høvdu viljað, verið at loftið var so lágt. Men tó gekk tað so mikið væl, at tey gomlu og arbeiðsfólkini hugnaðu sær óført. Smíltust, tappaðu við fótunum, tosaðu um hvussu fittir soloistarnir vóru og so framvegis. Ein eldri kona hevði tað eftir øllum at døma so gott, at hon vildi spæla við, og sat ella gekk runt og segði “DADAdadadadaDADAdadadada...”. Tá hon hevði gjørt tað eina løtu, fór eitt av starvsfólkunum upp til hennara, setti hana vinarliga niður, og bað hana vera friðarliga, meðan eitt annað starvsfólk greiddi frá, at hon hevði verið harpuspælari í San Francisco, New York, London og ymsum øðrum philharmonikkarum, og at vit helst fingu hana at minnast aftur á teir góðu gomlu dagarnar.

Seinni, tá vit høvdu spælt eina løtu, introduseraði Ken næstu soloistarnar við at greiða teimum alsheimers raktu gomlu fólkunum frá, at “Nú fara okkara egnu Tróndur og Rannvá, at spæla eitt sera kent stykki, Something Stupid. Sum vit øll minnast, vóru Nancy og Frank...”. Tó var tað eingin, sum (sjónliga) tyktist at verða súrur, og tað eydnaðist at lata vera við at flenna at Ken.

Tá vit bert høvdu eitt lag eftir, helt Ken, at tað hevði verið eitt gott hugskot, um vit øll blivu presenteraði. Ken hevði tó ikki sjálvur mót uppá, at presentera okkum, tí, eins og hann greiddi teimum gomlu frá, seinast hann hevði gjørt tað, hevði hann gloymt navnið hjá tveimum limum í orkestrinum, tó at tað vóru hansara næmingar. Tá Ken hevði sagt hetta, var tað eitt av arbeiðsfólkunum, sum helt, at tey møguliga høvdu pláss fyri honum á heiminum, og at hann kundi komið har at búð.

Hesuferð hevði Ken tó, eins og Egon, eina ætlan. Og tað var, í teoriini, ein góð ætlan. Hann fór at biðja onkran av orkesturlimunum um at presentera øll, og valið fall á Karolinu. Karolina hugdi eftir Ken við einum eygnabráði, sum onkursvegna lýsti við irritatión, yvirraskilsi, hvussu sleppi eg best úr hesum, ákæru, og “á nei”. Hon reisti seg tó, takkaði Ken heldur sarkastiskt, og leyp síðani á bláman. Alt gekk fínt, líka til hon kom til... til... Jens... Jens hvat?... Jens Einar? Síðani gekk aftur gott eina løtu, inntil hon kom til...

Men alt í alt ein mikið góð presentatión, sum var nógv stuttligari enn tær vanligu keðiligu lýtaleysu presentatiónirnar, og bara hevði einar tveir – tríggjar trupulleikar, sum helst bara hava hita hjørtu teirra eldru (sum síggja, at ikki bara tey hava ringt við at minnast nøvn), og ikki kundi komið á einum betri staði.

Tá vit høvdu spælt seinasta lagið, pakkaðu vit saman, tey eldru og starvsfólk takkaðu okkum so hjartaliga, og bjóðaðu okkum smákakur og saft niðri undir. Bæði kakurnar og saftin smakkaðu sera væl. Vit sótu eina løtu í hesum friðfylta staðnum, og slappaðu av meðan vit ótu, ella, um ein eitur Niklas, royndi at fjala út yvir eitt brotsverk. Niklas hevði í ófarakatið, meðan hann prátaði við onkran, roynt at stoyta sær saft í glasið, men saftin fór við sínar av, og niður á teppið. Síðani hugdi Niklas foyur uppá eitt av starvsfólkunum, sum sá út til at hugsa “á nei, aftur nú vaksa teppið”, og tí skundaði Niklas sær at koyra fótin omanyvir plettin á teppinum, og tosaði víðari við tann, sum hann hevði tosað við frammanundan.

Tá vit høvdu etið og takkað fyri okkum, settu vit kósina ímóti einum tónleikahandli, og keyptu helvtina av brass sektiónini, áðrenn vit funnu okkum eina matstovu, bíðaðu eftir matinum í ein tíma (ovnurin var eftir øllum at døma gingin fyri), og settu okkum so niður at eta meksikanskt.

Tá vit vóru liðug við at eta, funnu vit bussin aftur, og settu kós ímóti basball statiónini í Oakland, har Oakland spældi ímóti The Seattle Mariners. Vit bíðaðu eina løtu uttanfyri statiónina, meðan Ken keypti atgongmerkini, og síðani fóru vit inn gjøgnum trygdareftirlitið, og vóru í statiónini, sum ikki var so nógv størri enn Tórsvøllur. Vit steðgaðu eina løtu við ein lítlan handil, sum seldi stórar papphendur, sum stuðlaðu antin Oakland ella Seattle, bóltar, bat og onnur baseball ting. Vit gingu einar 15 minuttir gjøgnum og við einari stórari fólkamongd, framvið handlum av øllum sløgum, og nærum helvtini av inngongdunum á statiónini, áðrenn vit komu har sum vit skuldu sita. Síðani settu vit okkum, bíðaðu eftir at dysturin skuldi byrja, og settu okkum so antin at huja, rópa, royna at gera aldur, bara hyggja, ella sova, meðan menn ikki raktu bóltin, raktu hann, runnu eitt sindur, runnu langt og runnu stutt. Undir dystinum kom eitt av starvsfólkunum frá alsheimers heiminum, og setti seg hjá okkum, greiddi eitt sindur frá reglunum og prátaði. At enda fingu vit smákakur frá nøkrum fólkum, sum vit ikki kendu, og settu síðani kósina ímóti bussinum, sum tók okkum heim aftur til hostellið.