Tuesday, December 23, 2008

Lukturin í San Francisco - Dagur 12

Hósdagur, 12. Juli:
Vit góvu okkum ikki stórvegis far um luktin, luftaðu út, fóru eina seinastu fer í brúsubað, tóku av sengrunum, pakkaðu, og hoppaðu eitt sindur á taskunum, fyri at alt skuldi passa í. Tá vit vóru lidnir gekk ikki long tíð áðrenn bussurin var har, og vit fóru móti San Francisco lufthavn, sleipaðu viðføri niðan til check in, checkaðu in, og fóru síðani til trygdareftirlitið, sum var eitt lítið sindur meira umfatandi enn her í Føroyum. Vit skuldu úr skógvunum og belti, og ein maður stóð og róptu um veskur og tøkni. Vit komu tó øll ígjøgnum, og fóru oman móti terminalinum.
Vit komu nakað tíðliga til terminalin, fyri einaferð skyld, og royndu tí at fáa okkum okkurt at eta. Vit fýra vildu hava pizza, ordiligan mannfólka mat, men fingu frænir um hvussu lítlar tær vóru, og at vit vóru í vanda fyri bert at fáa suppu ella okkurt líknandi, vegna trot á matvørur. Tí fóru vit at leita eftir øðrum mati, og endaðu vit at eta nakrar risa Amerikanskar burgarar.
Klokkan 15 eitt ella annað, fóru vit til terminalin, komu innar í bíðirúmi, og bíðaðu eina løtu. 15 eitt sindur seinni fóru vit inn í flogfari, og Regin setti seg at lesa.

No comments:

Post a Comment