Tuesday, December 23, 2008

Lukturin í San Francisco - Dagur 1

Vit vóru ávegis. Vit høvdu havt møguleikan at nokta fyri einum hálvum ári síðani, men tá høvdu vit ikki hugsað um teir ræðuleikarnar, ið vóru bundnir at einum tílíkum túri. Vit skuldu til San Francisco. Spæla nakrar konsertir, shoppa, sóla okkum, sova, hava tað stuttligt og so framvegis. Eingin av okkum hevði droymt um, at vit ikki høvdu foreldrini við okkum. Vit komu at vera einsamallir í einum Amerikonskum stórbýi. Eingin kom at vera har, ið segði hvat vit skuldu gera, og hvat vit ikki skuldu gera, eingin, ið ansaði eftir at einki hendi, eingin, ið ballaði okkum mitt um náttina... Ella, í hvussu er eingin foreldur. Men nú var ov seint at angra, tí vit kendu á okkum, at vit høvdu eina skyldu. Vit máttu og skuldu fara við orkestrinum, og syrgja fyri at alt gekk sum tað skuldi. Um tað merkti, at vit skuldu vera í freistingarnar býi einsamallir, og uttan nakran, ið kundi forða okkum í at gera júst tað, sum vit vildu, og hava tað stuttligt, so máttu vit taka tann kjansin. So mikið skyldaðu vit Ken.


Dagur 1, sunnudagur 1. Juli:


Tað var við sorgblídni, at vit góvu foreldrum okkara eitt seinasta klemm, søgdu at vit elskaðu tey og skuldu ringja hvønn dag, og síðani fóru umborð á flogfarið, við einum seinasta lyfti um at vit heilt víst skuldu skikka okkum væl.

Komnir umborð á flogfarið fór Niklas eftir flogternunum, Hugin fór at venja seg í at skora, Tróndur tryggjaði sær at hann visti hvar pubbarnir vóru, og Regin sat og hugsaði um meiningina við lívinum og øllum (!). Eingin av okkum visti, at vit bert høvdu tveir vælluktandi dagar eftir...


Tveir góðar tímar seinni, lendu vit í Kastrup, fóru eftir viðførinum og fóru síðani við bussi til Danhostel á Amager.


Innkomnir kom ein donsk kona, og greiddi okkum frá reglunum: “Um vit dálkaðu seingaklæðini skuldu vit gjalda 500 KR, um vit svóvu uttan seingaklæðir 500 KR, ótu í køkinum 500 KR, larmaðu eftir klokkan 22:00 500 KR...” og so framvegis.


Seinni var tað, at vit fingu eina ta mest áhugaverdu kulunarisku upplivingina nakrantíð. Vit keyptu okkum eitthvørt, sum skuldi eitast at vera ein cheeseburgari. Hetta áhugaverda máltíð er síðani lýst sum: “Trý breyðstykkir - tvey ljós og eitt brúnt - við ketchupi og ostalíknandi flótandi substansi”. Eftir hetta heldur løgna máltíð, var tað við gleði at vit settu okkum niður at eta okkara matpakkar, og gingu so runt og slappaðu av, ansaðu væl eftir, at danska konan ikki var nærhendis, áðrenn vit brutu nakrar av reglunum, og hugnaðu okkum á borðbaran hátt, til vit fóru til songar.

No comments:

Post a Comment