Mikudagur, 11. Juli:
Lukturin var... Burtur... Ella tað hildu vit so í hvussu er, tó at fólk stóðu merkiliga langt burtur frá okkum, áðrenn vit fóru í brúsubað henda morgunin. Men eins og lutkurin var burtur, so var skemaði tómt henda morgunin. Tískil gingu vit runt og slappaðu av, keyptu tey seinastu tingini (eitt nú keypti Regin ymiskt til familju og vinir, og tað fyrsta plaggi á túrinum, eina Governator T-Shirt).
Tað var ikki fyrren út mót seinnapartinum, at vit øll savnaðust, og fóru ein túr til The Maritime Museum. Vit hugdu eftir nøkrum gomlum bátum, sóu hvussu San Francisco búgvar bygdu bátar (teir kundu lært nógv av føroyinum), og nutu luktin úr havinum. Síðani fóru vit ein túr yvir til ein gamlan undirvatnsbát, og fingu ein audiotúr. Tá vit komu út aftur vistu vit sostatt alt um lívið umborð á einum tílíkum fari, hvussu umstøðurnar vóru, hvussu teir førdu kríggj, og hvar alt var. Sum eina bonus sleyg Regin høvdið í tríggjar ferðir, triðju ferð so mikið hart, at tað sortnaði fyri eygunum eina løtu, og lærdi, at ein ikki skal ganga upprættur ella dagdroyma umborð á einum undirvatnsbáti.
Tá vit komu heim gjørdu tey vaksnu sær ómak, fyri at vit ikki skuldu kunna fara niður í køkin, og vit pakkaðu eitt sindur, og slappaðu annars bara av. Út móti kvøldi lótu tey hurðina upp innar í køkin, Tróndur spældi ein fanfara, og vit komu innar í eini høli, sum sóu út so um at ein aristokratisk veitsla skuldi haldast har, rákaði borð við fínum gløsum, við sukurkantum, lekrari saft, bommum og grønmeti. Meðan vit gingu runt og nutu hetta, koyrdu tey vaksnu salat, tomatir, agurkir, ketchup, dressing, búffar og búrgara bollar á eitt borð, og vit settu okkum niður við nøkur onnur stásilig borð.
Kvøldið var frálíkt. Vit ótu lekrar burgarar, lurtaðu eftir góðum talum, flentu eftir Trónda, sum skuldi greiða frá, og Niglasi, sum skudli vera hendur Trónds, og síðani Hugin og Herdis, sum skudlu greiða frá Alkatraz túrinum. Síðani skuldu vit siga, hvat vit hildu hevði veirð tað besta við túrinum. Regin helt tað hevði verið tá Karolina skuldi presentera øll á alzheirmers heiminum, Hugin helt at vit (HUH) vóru best, Niklas at Amerikonsku genturnar vóru tað besta á túrinum, og Tróndur helt at tað besta hevði verið, tá Ken seg “vit minnast øll” á alzheimers heiminum. Tá tað var liðugt, góvu vit frá HUH teimum vaksnu nakrar tallerkar, sum vit høvdu skriva okkara nøvn á, og Ken fekk eitt bílæt og ein dirigent stav. Tað vísti seg eisini, at tey vaksnu høvdu keypt okkurt til okkara. Tey høvdu nøkur heiðursmerkir, við áskriftini “HUH San Francisco 2007”, og góðu okkum tey, síðani vit høvdu verið so íðin, røsk og fitt (í hvussu er størsta partin av túrinum).
Nakað seinni vóru øll liðug at eta, og vit fóru so smátt móti kømrunum og sengrunum, tó at vit ikki løgdu okkum at sova heilt beinanvegin.
No comments:
Post a Comment