Tuesday, December 23, 2008

Lukturin í San Francisco - Dagur 3



Týsdagur, 3. Juli:

Tað var myrkt, vindurin teskaði, regnið dryppaði, og burtursæð frá onkrum einstakum bili, var alt kvirt úti á Amager. Klokkan var 02:59, og eingin av teimum stakkals fuglunum, sum sótu og trokaðu í trøunum kring hostellið, ið lá einsamalt millum trøð, gras og parkeringspláss, væntaðu, at henda lekjandi, hvílandi og himmalska friðarstund brátt fór at verða av. Klokkan 02:59:59 var enn stilt og kvirt, men so, brádliga og alt fyri eitt, var kvirran brotin av einum vekjara, ið gjøgnumtrongdi náttarkvirruna við einum oyranemandi ýli. Síðani byrjaði ein annar vekjari at ýla, ein triði, ein fjórði, og skjótt var náttin full av vekjara ýlum og tónum, og síðani av svøvntungum røddum, ið róptu á Karin um at fáa mat, og leitaðu eftir fartelefonunum fyri at sløkkja tær.


Nakrar minuttir seinni vóru flest øll uppi. Tey vaksnu gingu runt og bankaðu á hurðarnar hjá teimum, sum ikki høvdu givið tekin frá sær, og tey ungu fóru, svøvntung og troytt, inn á hostel vesini, fyri at vita, um tey ikki kundu fáa okkurt burtur av sær, vaska sær, og busta tenn. Síðani savnaðust vit so við og við í forhøllini, fingu eitt súrepli og eina banan, og fóru so spakuliga út í bussin, sum stóð og bíðaði, tó at vit vóru í so sein.


Bussurin koyrdi okkum út í Kastrup, og har brúktu vit einar 15 – 20 minuttir um at stilla okkum í kø, og stóðu so har og bíðaðu saman við einum myrkum manni, sum ikki dugdi enskt (og helt hánt um køðir), og einari rúgvu av øðrum fólkum. Og vit bíðaðu, og bíðaðu, og bíðaðu. Tá ein tími var eftir til fráferðina, byrjaðu tey fyrstu at tjekka inn. 40 minuttir seinnu varð seinasti bólkurin tjekkaður inn, og vit fóru gangandi yvir til security controllin. Komin ígjøgnum, fóru vit gangandi skjótt móti portrinum hjá okkum, og Karin bjóðaði sær til at renna yvir at siga at vit komu. Einar 5 minuttir seinnu ljóðai í hátalarunum, at flogfarið hjá okkum fór avstað uttan okkum, um vit ikki møttu í stundini. Vit ikki so frætt sum hugdu uppá hvønn annan. Øll fóru at renna tað dýrasta tey vóru ment, inn millum onnur fólk, leypa uppum viðføri, og Guð náði tann, sum ikki var nóg skjótur at flyta seg. Vit komu tó at enda til flogfarið, sluppu inn (við nøkrum hørðum orðum frá flogternunum), settu okkum niður, og lótu lættan skola oman yvir okkum. Vit vóru ávegis.


Fyrst millumlendu vit tó í Amsterdam, og gjørdu ikki stórt annað har, enn at fara á ves, finna portrið, og síðani settu summi seg í stólarnar at sova, summi løgdu seg á gólvið, og onnur gingu runt og hugdu í handlar.

Aftan á nakrar tímar, vórðu vit biðin at boarda, og vit so gjørdu. Hetta tó at Karolina fekk at vita frá einari stewardessu, at portrið, sum hon fór ígjøgnum, var fyri fólk, sum skuldu til Bombai. Karolina hugdi ræðslusligin eftir boardingpassinum, sum maskinan júst hevði etið, áðrenn stewardessan greiddi frá, at hon bara tvætlaði. Nakað seinni vóru vit umborð á jumbojettinum, og høvdu beina kós móti San Francisco, meðan listarliga og ekspressionistiskt áhugaverdir filmar vórðu vístir, og fólk royndu at sova.


Einar tíggju tímar seinnu vóru vit í San Francisco. Vit tryggjaðu okkum, at øll vóru har við eini teljing. Tá vit vóru vís í at øll vóru trygg, og eingin

var burtur, hildu vit áfram. At enda komu vit til eina risa høll, sum hevði einar tredivu pass kontrol støð, og fóru við bivandi hjarta yvir móti hesum varðum, ið skulu verja Amerikumenn móti vandamiklum og óynsktum persónum.


Vit stillaðu okkum síðani í nakrar røðir, og komu spakuliga nærri Amerika, og at enda sluppu tey fyrstu inn, og eingin tyktist at halda okkum vera ov vandamikil. Tá tey fyrstu 24 vóru sloppin ígjøgnum, vóru tað bert Regin og Pauli eftir, og dagbók Trónds, Regins, Niklasar og Hugins hevur tann heiður, at vera fyrsta skrivaða verkið, við frágreiðing um, hvat síðani hendi:


Eg havi, satt at siga, altíð verið bangin fyri trygdarstøðum og kontrol postum av ymsum slag. Ikki tí at tað er so ofta at tað kemur fyri, at eg havi eitthvørt ólógligt við, men tí, at eg altíð hugsi “h

vat nú um”. Í hesum førinum sat eg og hugsaði “Hvat nú um teir mistaka meg fyri beiggja Bin Ladens?” Ella “hvat nú um mamma og pabba í veruleikanum eru aktivistar av onkrum slag, sum bæð Interpol og CIA eru eftir?”, og ímyndaði mær, hvat hesir ræðandi Amerikumenninir í búnum av ymsum slag, mundu fara at gera við meg.


Men so hvørt sum eg sá, at øll sluppu ígjøgnum uttan trupulleikar, hvarv óttin. At enda vóru bert eg og Pauli eftir, og hann sá eisini út til at sleppa ígjøgnum uttan trupulleikar. So tað var við góðum móti, at eg fór yvir til kontrolørin, sum spurdi meg, hvussu ein segði ymiskt á donskum, og yvirhøvur var sera vinarligur. Tá teir høvdu fingið fingramerkir míni, og kannað at alt var í lagið, slapp eg ígjøgnum, og helt at hetta var tað. Tá sá eg, at Pauli var ikki sloppin út, men stóð uttanfyri eitt durðaop, og hugdi spurin at mær. Eg fór yvir til mannin, sum hugdi eftir pas

sunum eina seinastu ferð við útgongdina, meðan eg undraðist yvir hvat var hent við Paula, og fekk síðani tey boð, at eg eisini skuldi fara yvir har, sum Pauli stóð. Eg gjørdist púra paff, men fór gangandi yvir har. Pauli spurdi meg hvat hendi, og eg segði sum var, at eg ikki visti tað.


Vit fóru inn gjøgnum opið, og vóru nú inni í einum meðalstórum rúmi, sum var tjokk fult við fólki (eini 50 fólk), og fóru yvir til skrankin, sum stóð fyri endanum av rúminum. Har fingu vit boð um at lata inn passini, og so vit gjørdu. Vit fóru so aftur til ein vegg, og Pauli setti seg á ein stól, meðan

eg setti meg á borðið við sínar av honum. Vit sótu so og ivaðust í hvat mundi ganga fyri seg eina løtu, áðrenn eg fór niðan aftur til skrankin, og spurdi hvat, hví og hvussu. Tá fekk eg at vita, at trupulleikin var, at pass okkara vóru ov nýggj, og undraðu eg og Pauli okkum yvir hví so var. Ímeðan vit sótu og undraðust, kom ein løgreglumaður inn í rúmi, og fór løtu seinni út við einum manni í hondjørnum. Eitt sindur seinni kom ein annar løgreglumaður inn, og spurdi ein mann, um hann ikki var svangur nú hann hevði sitið har í 12 tímar, ein annar maður hevði verið har í tveir dagar, ein annar var eftir øllum at døma ikki skrásettur sum ríkisborgari í nøkrum landi, og soleiðis bleiv listin við, við monnum, sum høvdu trupulleikar, meðan konufólkini sluppu út aftur úr rúminum.


Tá sendi eg Ken eini SMS boð, og greiddi honum frá, at vit vóru afturhildnir tí passini vóru (og eru framvegis) ov nýggj, og at vit helst fóru at vera úti aftur innan 48 tímar. Eg og Pauli sótu og flentu eitt sindur eftir teirri, í mínum høvdi, sjálvsøgdu skemtisøguni, men eg hevði ikki meira enn sent hana, so fekk eini boð sendandi, sum spurdu meg hvat eg meinti, hví, hvat og hvussu. Tá svaraði eg sum var, og segði at tað bert var til stuttleikar eg hevði sagt hetta, og undraði meg síðani yvir, at eg ikki fekk nakað annað SMS, fyrrenn Ken greiddi frá, at hini fóru við bussinum til hostellið, og hann bíðaði eftir mær og Paula.


Síðani bíðaðu vit, og enn ein maður var í trupulleikum vegna eitthvørt, sum ikki samsvaraði við tað, sum hann segði. Ein tíma seinni ella so, róptu tey Paula inn til avhoyringar, og nøkur sekund seinni meg. Pauli var tikin inn í eitt lítið rúm, sum mestsum var á stødd við eitt kustaskáp, og eg var tikin inn í pass kontrol høllina, sum nú var tóm.


Har tók ein myrkhærdur, lítil, tættbygdur, bláoygdur, og brilluskrýddur maður móti mær. Spurdi meg spurningar so sum hví eg var har, hvat eg gjørdi, hvussu nógvan pening eg hevði, hvørjum eg ferðaðist við, og gjørdi síðani eitt tekin við hondini og alt var svart.


Eg minnist kámt eina myrka holu, dryppandi vatn, rottur, skríggj, rennandi føtur og pínu, men veit tó ikki hvat hendi. Seinni vaknaði eg stutt aftur uttanfyri bíðirúmi, og sá onkran sleipa avstað við Paula. Síðani hvarv alt aftur.


Næsta eg veit, fær Pauli passið aftur í bíðirúminum, eingin tíð tykist at vera farin, eg fái mítt eitt sindur seinni, og vit fara út til Ken, sum stendur uttanfyri og bíðar.


Eg veit ikki hvat hendi í myrka rúminum við dryppandi vatninum, ella hvussu Amerikumenn bóru seg at, men einum eri eg fullvísur í, og tað er, at eg ikki vil ráða nøkrum til at fara til Amerika við passi, sum er nýggjari enn eitt ár, hevur minni enn tvey ár eftir av livitíð síni, kann hugsast at hava nakað mistak av nøkrum slagi á sær, uttan at hava kanna í dátabasuni um alt er í lagið, tryggjað sær at eingin brotsmaður hevur stolið tín identitet, og at eingin í familjuni hevur nakrar trupulleikar.


Ja, vísdómsorð frá Regini. Eftir tógvi stríð vóru vit tó øll savnað í Hostellinum, sum á øllum myndunum sá so vakurt og innbjóðandi út. Men sum ikki einaferð var veruleikin nakað øðrvísi.


Hostellið lá í einum vøkrum og søguríkum umhvørvið, við útsjónd til Alkatrass. Men umhvørvið sá eisini út so um, at tað var eitt gamalt slitið nábúgvalag, frá summum av teimum eldru Amerikonsku filmunum. Fýra mans kamarið, sum vit fýra høvdu, var lítið. Ótrúliga lítið. Har var ikki pláss fyri meira enn viðførinum, og einari sló yvir til sengurnar, sum vóru tjúkkar, tungar viðakoyggisengur, sum sóu út til at hava hoyrt til tað upprunaliga Fort Mason. Fyrstu ferð Regin fór upp í ovaru koyggjuna, var Tróndur so mikið bangin av bugluni, sum hann sá niðriundir, at hann sat og bað fyri, at Regin ikki var serliga tungur at fáa oman yvir seg. Vit høvdu fýra skuffur undir sengrunum, til at goyma kostnaðarmikil ting í, men lás skuldi ein sjálvur keypa, og hongslini á skuffunum vóru so mikið veik og brotin, at ein helst bara av óvart skuldi koyra fótin móti teimum, fyri at tey brotnaðu. Og WCni vóru í einum slíkum standi, at ein helst ikki vildi vera inni har ov leingi...


Tá øll vóru komin upp á pláss, fóru vit so smátt at hugsa um mat, og fóru tískil okkara fyrsta túr oman eftir gøtuni og trappunum, sum leiddu okkum gjøgnum trøð, gras, og framvið benkrum og kanónum, til vit at enda vóru niðri í sjálvari víkini. Vit fóru til høgru, eftir einum súkluteigi, og framvið einari strond, áðrenn vit funnu eina matstovu, og fóru innar at eta. Bæði tænararnir og kokkurin sóu út til at vera bodybuildarar, og er tað tískil helst best fyri okkum fýra ikki at siga annað um matin, enn at poppkorn kyllingurin veruliga smakkaði meira sum poppkorn enn kyllingur, og at vit enn ivast í júst hvat var í matinum hjá Trónda.

No comments:

Post a Comment