Tuesday, December 23, 2008

Lukturin í San Francisco - Dagur 9

Mánadagur, 9. Juli:
Vit vóru nú so vanir við luktin, at vit so smátt vóru førir fyri, at analysera hann nærri. Vit komu fram til, at hann minti mest av øllum um eina løgna aroma blanding av ramum sveitta lukti, mannfólka saunaði út á dagin, gamlir menn og nazh osti. Tað var tá vit fingu hugskoti, at selja luktin til Amerikanska herin, men tíanverri svímaðu samráðingarleiðarin áðrenn nøkur avtala kom í lag, og rann avstað tá hann kom til sín sjálvs aftur.
Tá vit høvdu etið morgunmat og alt tað vanliga, avgjørdu vit (Hugin, Niklas og Regin) at fara út og shoppa. Vit bíløgdu ein taxa við tí í hyggju, at fáa ein villan býartúr. Tíanverri vísti tað seg at hetta ikki gekk sum ætlað. Bilførarin var ein coolur trúgvandi algerskur muslimur, sum als ikki vildi bróta ferðslulógina, men tó fegin koyrdi okkum runt í býnum, greiddi okkum frá Little Italy, China Town, The Financial District og økjum, sum vit av tilvild koyrdu framvið, áðrenn vit hildu áfram móti Union Square, og góðu honum so eitt sindur meira enn neyðugt fyri túrin.
Vit byrjaðu við at hyggja eitt sindur eftir klæðum (í hvussu er Hugin og Niklas), og funnu síðani ein bókahandil til Regin, sum hann nakrar tímar seinni kom út úr við einum 15 tjúkkum bókum, sum snúðu seg um alt frá Maxw Weber og búskaparfrøði, til Willam Blakesa samlaðu yrkingar og víðari til ymsar romanir og science fiktion/fantasy bøkur.
Seinnu savnaðust vit øll, og fóru ein túr í China Town, at finna okkum mat, og hyggja eftir Kinverjum. Vit gingu bæði leingi og langt, men at enda funnu vit eina matstovu, og fóru innar at eta. Matstovan tyktist ikki at vera heilt so nýmótans, ella væl útgjørd sum tær, sum vit eru von við, men vit fingu tó mat, sum tó fekk meira ivasom skotsmál frá summum HuHarum.
Tá vit vóru liðug við at eta, gingu vit fýra út úr China Town, kapraðu ein taksa, og fóru heim til hostellið. Vit spældu síðani pool fyri einar 40 dollarar, ótu nátturða og svóvu.

No comments:

Post a Comment