Hósdagur, 5. Juli:
Lukturin var, um gjørligt, verri henda morgunin enn fyrra morgunin. Vit vóru í ørviti, vistu nóg illa hvat var upp og hvat var niður, og vóru so mikið doyvdir, at vit nóg illa minnast hvussu hesin lukturin var, annað enn at ein bólkur av gomlum monnum, sum júst hava runnið tvørtur um Sahara kom okkum til hugs. Henda morgun varð vindeyga eisini latið upp, og vit komu so við og við fyri okkum.
Eftir morgunmat, brús og alt tað vanliga morgunfyrireikaríði, fóru vit út í ein buss við ljóðførunum, og settu spakuliga kós ímóti alzheimers heiminum, sum vit skuldu spæla á, men fóru fyrst ein túr til Aquariumið á Pier 39.
Vit vóru fyrst uttanfyri eina løtu, meðan Ken fór inn eftir atgongumerkjum. Vit hugdu eitt sindur eftir gips ímyndunum, lósu onkrar greinar, og undraðu okkum yvir, hví tey ikki lýstu, hvussu ein slaktar grindahvalur. Men tíanverri kom Ken út við atgongumerkjunum áðrenn vit fingu spurt starvsfólkini.
Inni í akvariið bygninginum fóru vit inn eftir einari gongd, sum, so løgið tað ljóðar, hevði fleiri stór akvarium, við fleiri løgnum, og vanligum havdjórum.- Eitt nú høvdu tey krabbar og fiskar. Aftaná at vit høvdu gingið eina løtu, komu vit til nakrar elevatorar, og fór inn í ein teirra. Guidin inni í elevatorinum greiddi okkum frá hvat og hvussu vit skuldu bera okkum at, nú tá vit fóru at koma niður í akvariumtunnilin.
At koma inn í tunnilin, var sum at vera í einum risa akvariumi, vardur frá vatninum og hávunum av einum tjúkkum glasrøri... Sum, við nærri eftirtanka, júst var tað vit vóru. Vit royna enn einaferð:
At koma inn í henda loyndarfulla tunnil, sum alt kundi goyma seg í, var sum at traðka niður á havsins tíðarleysa botn, og síggja alt tað, sum mannaeygu ikki eru gjørd at síggja. Tað var so um, at allir loynidómar havsins vórðu opinberaðir, meðan hávar spakuligu sveimaðu framvið okkum, ein sildastimi spjaddist, fyri síðani at savnast aftur og fara sum eitt skot avstað frá okkum, skrubburnar spældu krógva og blunda, krossfiskarnir sótu friðarligir og eygleiddu okkum, meðan skøtur hábarsliga fóru framvið okkum, og smíltu til okkara, eins og skapningar frá einari aðrari gongustjórnu, uttan at vera bundnar av at tyngdakraftin togar í okkum við 9,82 m/s2. Tó fekk eisini hesin tíðarleysi havbotnurin, umgyrdur av tí tjúkka glasinum, ein enda, og vit komu aftur til ein elevator, sum tók okkum upp á næstu hæddina.
Har var ikki eins poetiskt, og droymandi hugvekjandi, sum tað hevði verið niðriundir, men tó var eisini stuttligt at vera har. Vit kundu nema við fiskarnar, krossfiskar, og ymisk skeljadjór, og á tann hátt fáa eina betur fatan av, hvat mundi vera vælegnað sum matur, hvussu konsistensurin mundi vera, hvat sá átuligt út og so framvegis.- Men vit sluppu tíanverri ikki, at fáa nakað við okkum.
At enda fóru vit ein túr framvið handilin við útgongina, keyptu nakrar vakrar grýtuhandskar, og fingu síðani okkurt at eta uttanfyri áðrenn vit fýra og Brian og Joanne fóru at hyggja eftir sjóðleyvunum, sum tíanverri flest allar vístu seg at vera burtur. Vit vóru, so løgið tað ljóðar, fyrsti bólkurin aftur í bussinum, og sótu og bíðaði meðan hini so við og við komu. At enda vóru bara Teitur, Rannvá, Gunnvá og Hugin eftir. Tey komu so langt um leingi, og so hildu vit áfram.- Dagbókin hjá teimum fýra væl luktandi mannfólkunum veit tó at siga, at Hugin var ósekur í at tey vóru ov sein. Hugin var ávegis til bussin, tá Karin rópti, og bað hann fylgjast við gentunum og Teiti, sum hevði við sær, at Hugin var ov seinur, meðan Karin kom til tíðina. Ein hending, sum minnir ikki sørt um tá Karin misti genturnar burtur!
Síðani var kósin sett beina leið móti alzheimers heiminum, og fóru vit úr bussinum í einum vøkrum og friðarligum býarparti í Oaklandi, beint uttanfyri heimið. Innanfyri vóru vit væl móttikin av blíðum personali, sum greiddu okkum frá, at vit skuldu spæla uppiá, og síðani vístu okkum hvar lyftin var. Tað, sum vit sóu á vegnum til lyftina av heiminum, var vakurt, hugnaligt, reint og innbjóðandi. Eini tvey fólk vóru og vitjaðu familju ella kenningar á heiminum, tó at tað var ein vanligur arbeiðsdagur og arbeiðstíð. Fólkini, sum livdu har tyktist at hava tað gott (tó at tey høvdu alsheimers ella líknandi sjúkur), og arbeiðsfólkini vóru blíð, fitt og professionel á ein vinarligan hátt. Yvirhøvur tyktist heimið nærmast at vera ein ímynd av, hvussu eitt eldraheim skal vera.
Meðan vit pakkaðu út, komu eldrarøktararnir við stólum, leiddi summi av teimum eldri innar, meðan hini eldru komu gangandi inn, ella longu sótu á teimum stólunum, sum vóru settir upp í ein hálvan runding. Summi fólk komu yvir til okkara, spurdu hvar vit komu frá, søgdu hvussu fitt/vøkur vit sóu út, ella søgdu at tey gleddu seg til at hoyra okkum spæla.
Tá øll høvdu sett upp, og tubairnar báðar høvdu skift um pláss við Teit og Silju fyri at fáa betur pláss, fóru vit undir at spæla. Spælið gekk so nøkulunda, kundi gingið verri, men eisini betur, og helst hevur partur av orsøkini til, at tað ikki gekk heilt so væl sum vit høvdu viljað, verið at loftið var so lágt. Men tó gekk tað so mikið væl, at tey gomlu og arbeiðsfólkini hugnaðu sær óført. Smíltust, tappaðu við fótunum, tosaðu um hvussu fittir soloistarnir vóru og so framvegis. Ein eldri kona hevði tað eftir øllum at døma so gott, at hon vildi spæla við, og sat ella gekk runt og segði “DADAdadadadaDADAdadadada...”. Tá hon hevði gjørt tað eina løtu, fór eitt av starvsfólkunum upp til hennara, setti hana vinarliga niður, og bað hana vera friðarliga, meðan eitt annað starvsfólk greiddi frá, at hon hevði verið harpuspælari í San Francisco, New York, London og ymsum øðrum philharmonikkarum, og at vit helst fingu hana at minnast aftur á teir góðu gomlu dagarnar.
Seinni, tá vit høvdu spælt eina løtu, introduseraði Ken næstu soloistarnar við at greiða teimum alsheimers raktu gomlu fólkunum frá, at “Nú fara okkara egnu Tróndur og Rannvá, at spæla eitt sera kent stykki, Something Stupid. Sum vit øll minnast, vóru Nancy og Frank...”. Tó var tað eingin, sum (sjónliga) tyktist at verða súrur, og tað eydnaðist at lata vera við at flenna at Ken.
Tá vit bert høvdu eitt lag eftir, helt Ken, at tað hevði verið eitt gott hugskot, um vit øll blivu presenteraði. Ken hevði tó ikki sjálvur mót uppá, at presentera okkum, tí, eins og hann greiddi teimum gomlu frá, seinast hann hevði gjørt tað, hevði hann gloymt navnið hjá tveimum limum í orkestrinum, tó at tað vóru hansara næmingar. Tá Ken hevði sagt hetta, var tað eitt av arbeiðsfólkunum, sum helt, at tey møguliga høvdu pláss fyri honum á heiminum, og at hann kundi komið har at búð.
Hesuferð hevði Ken tó, eins og Egon, eina ætlan. Og tað var, í teoriini, ein góð ætlan. Hann fór at biðja onkran av orkesturlimunum um at presentera øll, og valið fall á Karolinu. Karolina hugdi eftir Ken við einum eygnabráði, sum onkursvegna lýsti við irritatión, yvirraskilsi, hvussu sleppi eg best úr hesum, ákæru, og “á nei”. Hon reisti seg tó, takkaði Ken heldur sarkastiskt, og leyp síðani á bláman. Alt gekk fínt, líka til hon kom til... til... Jens... Jens hvat?... Jens Einar? Síðani gekk aftur gott eina løtu, inntil hon kom til...
Men alt í alt ein mikið góð presentatión, sum var nógv stuttligari enn tær vanligu keðiligu lýtaleysu presentatiónirnar, og bara hevði einar tveir – tríggjar trupulleikar, sum helst bara hava hita hjørtu teirra eldru (sum síggja, at ikki bara tey hava ringt við at minnast nøvn), og ikki kundi komið á einum betri staði.
Tá vit høvdu spælt seinasta lagið, pakkaðu vit saman, tey eldru og starvsfólk takkaðu okkum so hjartaliga, og bjóðaðu okkum smákakur og saft niðri undir. Bæði kakurnar og saftin smakkaðu sera væl. Vit sótu eina løtu í hesum friðfylta staðnum, og slappaðu av meðan vit ótu, ella, um ein eitur Niklas, royndi at fjala út yvir eitt brotsverk. Niklas hevði í ófarakatið, meðan hann prátaði við onkran, roynt at stoyta sær saft í glasið, men saftin fór við sínar av, og niður á teppið. Síðani hugdi Niklas foyur uppá eitt av starvsfólkunum, sum sá út til at hugsa “á nei, aftur nú vaksa teppið”, og tí skundaði Niklas sær at koyra fótin omanyvir plettin á teppinum, og tosaði víðari við tann, sum hann hevði tosað við frammanundan.
Tá vit høvdu etið og takkað fyri okkum, settu vit kósina ímóti einum tónleikahandli, og keyptu helvtina av brass sektiónini, áðrenn vit funnu okkum eina matstovu, bíðaðu eftir matinum í ein tíma (ovnurin var eftir øllum at døma gingin fyri), og settu okkum so niður at eta meksikanskt.
Tá vit vóru liðug við at eta, funnu vit bussin aftur, og settu kós ímóti basball statiónini í Oakland, har Oakland spældi ímóti The Seattle Mariners. Vit bíðaðu eina løtu uttanfyri statiónina, meðan Ken keypti atgongmerkini, og síðani fóru vit inn gjøgnum trygdareftirlitið, og vóru í statiónini, sum ikki var so nógv størri enn Tórsvøllur. Vit steðgaðu eina løtu við ein lítlan handil, sum seldi stórar papphendur, sum stuðlaðu antin Oakland ella Seattle, bóltar, bat og onnur baseball ting. Vit gingu einar 15 minuttir gjøgnum og við einari stórari fólkamongd, framvið handlum av øllum sløgum, og nærum helvtini av inngongdunum á statiónini, áðrenn vit komu har sum vit skuldu sita. Síðani settu vit okkum, bíðaðu eftir at dysturin skuldi byrja, og settu okkum so antin at huja, rópa, royna at gera aldur, bara hyggja, ella sova, meðan menn ikki raktu bóltin, raktu hann, runnu eitt sindur, runnu langt og runnu stutt. Undir dystinum kom eitt av starvsfólkunum frá alsheimers heiminum, og setti seg hjá okkum, greiddi eitt sindur frá reglunum og prátaði. At enda fingu vit smákakur frá nøkrum fólkum, sum vit ikki kendu, og settu síðani kósina ímóti bussinum, sum tók okkum heim aftur til hostellið.
No comments:
Post a Comment