Tuesday, December 23, 2008

Lukturin í San Francisco - Dagur 6

Fríggjadagur, 6. Juli:
Lukturin... Myrkur... Kuldi... Óvaskaðir vátir hundar...
Tá vit komu fyri okkum aftur, vóru vit ávegis til Pier 33, og skuldu hagani taka ein bát til Alkatras. Veðrið var kaldari enn tað hevði verið, var skiftandi skýggja og sól, og eitt lítið lot var. Meðan Ken var eftir atgongumerkjunum til bátin, bíðaðu vit, og royndu at rista minnini um luktin av okkum aftur.
Tá Ken hevði fingið fatur á atgongumerkjunum, vórðu vit øll rikin inn í nakrar girðingar, og sótu har saman við einum øðrum bólki, og bíðaðu eftir at vit sluppu inn í bátin. Einar fimtan minuttir seinni vóru vit umborð. Summi sótu niðriundir og slappaðu av, og onnur vóru uppi á dekkinum. Tá vit fóru avstað byrjaði ein maður við feitari Amerikanskari accent at greiða frá reglum, trygging, hvat, hví og hvussu. Vit sótu og flentu eitt sindur eftir accentini, hugdu eftir brúgvum, oyggjum og Alkatras.
Síðani fóru vit í land, fingu enn einaferð at vita, at vit ikki máttu eta, forstýra fuglarnar, sum reiðraðust, og at vit skuldu ansa eftir og bara vera har, sum tað var loyvt at vera. Síðani fóru vit niðaneftir einari gøtu, og gingu framvið gomlu bygningunum, og havunum hjá vaktarmonnunum og familjum teirra. At enda komu vit til sjálvt fongslið, og fóru innar fyri at fáa okkum audiotúrar.
Geglið sá út sum í filmunum, og sjálvt uttan audiotúrin, kundi ein nærmast hoyra fyri sær, hvussu fangarnir royndu at fáa tíðina til at ganga, vaktirnar gingu framvið, og kenda uppreisturin og samanbrestirnar. Við audiotúrinum ikki bara hoyrdi ein tað, men sá tað eisini fyri sær. Fangarnar, sum sótu í lítlum klivum, uttan nakað slag av privatlívið. Svóvu, lósu (um teir skikkaðu sær nóg væl), keddu seg, prátaðu, spældu tónleik ella larmaðu við at sláa okkurt móti rimunum tá tað var tónleikatími... Alt var gjørt í hesum lítlu klivunum, burtursæð frá tá teir vóru í brúsubað saman við tíggjutals øðrum naknum fangum, uttan nakað slag av forhangi, og við fangavørðunum sum eygleiðarum. Matarhølið við matinum, gasskanónirnar uppi á veggjunum, og fanga mataruppreisturin, sum endaði uttan bardaga. Vit hoyrdu og sóu fangauppreisturin, teir fangaðu fangavørðarnar, granatregnið og deyðarnar, sum hava verið á Alkatras.- Alt í alt ein sera áhugaverdur túrur, sum endaði við einum souvenirhandli.
Tá rundtúrurin var liðugur, fóru vit so smátt omaneftir aftur, tó at Regin fór ein túr inn í tann ovurstóra, og hugtakandi havan, við túsundtals fuglum (sum eisini lupu á hann og skvettu á bæði jakka og tasku), áðrenn hann kom afturíaftur. Síðani fóru vit umborð aftur á bátin, og settu kós móti hostellinum.
Men áðrenn vit komu so langt, møtti ein okkara einari ræðuligari sjón. Hugin kom gangandi friðarliga niðaneftir Fisherman’s Wharf saman við Niklas, tá brádliga leyp eitt ovurstórt, ræðuliga, myrkt plantuskap á hann, og rópti eitthvørt. Stakkals Hugin gjørdist so skakkur, at hann leyp afturá, skrálaði afturímóti, og nærum sló skapningin, sum vísti seg at vera ein buskmaður, niður.- Alt hetta til stóra frøði fyri tey áleið hundrað fólkini, sum hugdu og tóku bíløt.
Tá vit komu til hostellið, slappaðu vit av eina løtu, spældu billiard ella okkurt tílíkt, yrktu, undraðu okkum yvir, at so nógvir spanskt talandi Amerkiumenn vóru á hostellinum, og svóvu. Tá brádliga kom fyrst Gunnvá, og síðani Rannvá brestandi inn, og sleipaðu helvtina av okkum útum at spæla uttandurða spøl, meðan hinir lógu so fast og svóvu, at teir bara bobblaðu víðari.
Uttanfyri spældu vit fyrst eitt spæl, sum býtti okkum sundur í bólkar uppá trý fólk, og síðani bað Leif okkum gera allar møguliga og ómøguligar fysiskar aktivitetir, sum innibóru, at vit skuldu bera hvønn annan, verða átrakkaði, liggja á grasinum, standa á einum beini og so framvegis. Síðani spældu vit nakrar stafettir, og endaðu við trølla og ketupikk.- Ella, tá endaðu teir av okkum fýra, sum ikki svóvu, og runnu langt burtur, tí vit fingu boð um, at tað næsta skuldi vera ein seria. Men tó eitt stuttligt og forfrískandi kvøld, fyri teir minni dovnu HuHararnar.

No comments:

Post a Comment