Tuesday, December 23, 2008

Lukturin í San Francisco - Dagur 2

Dagur 2, Mánadagur 2. Juli:

Ein kann siga nógv um Danhostel á Amager, men at kømurini eru ov køld sannaðu vit skjótt, at ein ikki kann siga. Vit vóru allir sum ein dýggjvátir tá vit vaknaðu. Vit vóru so mikið heitir at San Francisco helst fór at kennast sum norðari partur av Canada, heldur enn ein Californiskur býur. Og deymurin, ið stóð frá okkum, var helst ikki tann besti, tó at hann einki var afturímóti tí, sum vit seinni komu at uppliva.


Tá vit høvdu verið undir brúsuni, luftað út, og latið okkum í klæðir, fóru vit inn í matarsalin, og fingu tað, ið seinni varð kent sum “Seinasta morgunmáltíðin”. Máltíðin, tá vit fingu tað besta av tí besta, ótu alt vit kundu, nutu matin, og síðani settust væl nøgdir og glaðir at sodna hann; droymandi um hvussu góður Amerikanski morgunmaturin fór at vera, tá danski morgunmaturin var so mikið góður.


Eftir morgunmatin skuldu vit venja. Vit savnaðu ljóðførini, tóku tey út til receptiónina, og fingu síðani boð um at bera øll ljóðførini, frá tí lítla fittliga franska horninum til stóru tungu tubuna, upp á loftið. Vit settu skjótt upp, tóku ljóðførini fram, og blástu nakrar fáar tónar, fyri at vita um ikki morgunvarrarnar fingu gjørt okkurt. Tíanverri vísti tað seg skjótt, at tað bara var við neyð og deyð vit fingu nakað ljóð fram, og tískil vóru tey fyrsti stykkini vit spældu hareftir. Men sum frá leið ljóðaði betur og betur.- Vit endaðu vit at spæla so mikið væl, at vaskikonan niðriundir vildi spæla við, og vegna væntandi siðbundin ljóðføri, tendraði hon vaskimaskinuna og royndi at fáa hana at hurra í takt. Tað vísti seg tó, at vaskimaskinan ikki er væl egnað sum ljóðføri.

Tá vit og vaskikonan vóru liðug at venja, fóru vit til Field’s. Gundur vildi vera við, at tað bert tók 15 minuttir at ganga til Field’s, men tað vísti seg ikki at vera ein heilt neyv meting. Tá vit komu til Field’s fóru vit beint upp á ovastu hædd, og funnu Karin framman fyri einari amerikanskari matstovu. Tá sóu vit, at Karin framvegis var matmóðirin mata, og vistu í hjørtum okkara, at so leingi hon var har, fóru vit ikki at ganga svangir. Og sí, á hesi matstovu byrjaði túrur okkara til Amerika, tí vit fingu stórar tallerkar, ið vóru hálvfullir, heldur enn minni tallerkar, ið vóru fullir.


Tá vit vóru lidnir við at eta fóru vit at hyggja og keypa, hóast Regin sveik okkum, og stakk av so skjótt hann hoyrdi orðið “shoppa”. Tó misti hann ikki so nógv, síðani alt meira ella minni var tað sama, burtursæð frá einum áhugaverdum massagustóli, sum Niklas royndi. Tey fyrstu sekundini sat Niklas í stólinum, og ráðnýtti at fáa loyst upp fyri øllum spenninginum. Men brádliga sá Niklas út so um, at onkur hevði givið honum ein stoyt, og leyp upp úr stólinum, meðan hann tók til rumpuna, og fablaði upp um, at stólurin hevði stungið eitt rør upp í reyvina. Tróndur avgjørdi at kanna hvat tað var, sum Niklas rópti upp um, og skjótt leyp eisini hann upp úr stólinum, og váttaði at stólurin veruliga fór heldur harðliga eftir dintlinum.- Hugin metti sostatt ikki, at tað eisini var neyðugt, at hann royndi stólin. Nakað eftir hesa nærgangandi uppliving Trónda og Niklasar, avgjørdu vit at fara heim til Dan Hostel, og onkursvegna byrjaði júst tá at regna.


Seinni um kvøldið varð avgjørt, eftir nakað av kjaki, at vit skuldu fara ein túr í tivoli. Vit tóku metroina, tok, og gingu seinasta petti yvir til Tivoli. Innkomin fóru fólk flest beina leið til atgongumerkjasøluna, og tað var ikki fyrrenn nakað av friði var komin á aftur, og vit høvdu avgjørt at møtast aftur um einar tveir tímar, at vit løgdu merki til, at Ken og Tróndur vóru burtur. Tá vit funnu útav tí, vóru tey flestu farin, eitt nú vóru Niklas og Hugin rýmdir (og noktaðu seinni at greiða frá hvat teir høvdu gjørt!). Tískil var tað bara Regin og nøkur vaksin, sum fóru at leita eftir teimum. Hetta var tó nóg mikið til at teir báðir vórðu funnir aftur.- Sjálvandi, einhvør veit, at tað altíð er nóg mikið, um bert Regin er við.


Síðani fylgdust Tróndur, Ken, Karin, og Regin. Hugdu inn í handlar, Ken og Tróndur spældu onkur spøl, og gingu annars bara runt og hugdu, inntil vit rendu okkum í Jóngerð og Rebekku, og avgjørdu at fara inn í Fotokomik, sum sigst taka myndir av fólki á ein serligan hátt, sum ger at ein sær teirra sanna andlit.- Eg skal tó ikki sigi, um hetta er satt ella ikki. Karin kom at síggja út sum Marylin Monroe í sínum valmaktsdøgum, Ken situr nakin í einari balju, klænur, við bróstum og í einum skúmbaði, Tróndur sær út sum ein djevul, Jóngerð sum ein maður, og Rebekka sær ikki so nógv øðrvísi út enn vanliga, meðan Regin sær út sum tann superman, hann í veruleikanum er.


Síðani fóru vit spakuliga sundur, og Regin, Tróndur og Ken endaðu í einari café, keyptu sær ís, og settu seg síðani niður at hugleiða. Vit eygleiddu hvussu ísur Trónds smeltaði so við og við vegna drívhúseffektina, og royndu at fáa greiðu á, hvørt nakað hald var í ákærunum, sum Regin kom við, um at Ken snorkaði so mikið hart um náttina, at tað hoyrdist inn í kamar Regins og Hugins. At enda samdust vit um, at Ken skal sova við einari hosu í munninum í framtíðini, men vit funnu ikki útav hvørs hosa skuldi brúkast. Aðrir, og myrkari, loynidómar vóru eisini avdúkaðir hetta kvøldið, um fólk, sum ein annars ikki hevði trúð slíkt um. Vit hava tó fingið fleiri hóttanir, sum ávara okkum um, at vit ikki fáa nakran mat aftur á HuH ferðum, um vit siga nakað um hetta mál, og tískil hava vit valt at halda munn, og einki siga um Karin, ella at hon misti genturnar burtur.


Eitt sindur seinni møttust vit so við og við aftur við atgongumerkjasøluna, og vóru um at fara, tá genturnar funnu uppá líka at fara ein túr í ein maskinu, sum vit ikki hava hóming av hvussu eitur, men hon minnir so um eina nýmótans karosel blandað við gamla smyrli. Tey flestu fóru so við teimum, men ikki vit fýra, sum eru ov vaksnir og búnir til tílíkt (høvdu ongan pening á okkum, ev). Tey fóru so runt nakrar ferðir við rúkandi ferð, slakaðu av og vóru um at steðga, tá Kassarnir róptu “én gang til”. Fóru so runt og runt og runt, slakkaðu av, og so runt og runt, slakkaðu av, runt og runt... Og soleiðis blivu tey bara við, meðan vit skiftivís tóku okkum til høvdið, og flentu at teimum. Seinni, tá tey flestu høvdu fingið nýmótans-karosel-blandað-við-smyrilsverk, settu vit nøsina heimeftir.

No comments:

Post a Comment