L
Tískil var tað ikki eitt undur, at vit byrjaðu dagin við brúsubaði og tannbusting, fyri síðani at fara út í matarhølini, og væntaðu at fáa okkurt leskiligt. Og so var. Vit kundu velja millum tvey hvítleyksbagels, grovkornsbagels, fínkornsbagels, einki í bagels, og vafflir. Alt kundi etast kalt ella rista, so longu har vóru 10 møguleikar. Harafturat kundi vit velja ímillum trý sløg av súltutoyði (við ella uttan smør), og eini trý sløg av morgundrekka. So alt í alt høvdu vit 90 ymsar rættir í at velja millum. Og tá rokna vit ikki tankan um at fáa sær ymiskt á hvørja helvt av bagelsinum, ella fleiri bagels/vaflur, tí at tá verða tølini so svimlandi stór, at Tróndur (málslingurin) ongantíð lærdi at handfara tey, Regin og Niklas gloymdu hvussu ein ger so skjótt sum teir endaðu rokning, og Hugin (sum bara ferð í annan S.) ikki var førur fyri so mikið sum at royna at ímynda sær tey.
Eftir megnar morgunmat til ungu mannfólkini, úr tí nú kenda væl luktandi kamarinum, savnaðust vit so smátt, og fóru oman aftur í víkina, og ætlaðu okkum at fara til Union Square. Veðrið var sum ikki einaferð frá
Union Square er eitt pikka lítið sindur størri enn miðbýurin í Havn, og hevur einar tveir fleiri handlar. Tískil, var tað ikki nakar trupulleiki hjá okkum nú svongu San Francisco farum, at finna eina pizza restaurant.- Blondies. Blondies hevði ein myrkan trygdarvør, sum eyðsæð tók arbeiði hjá sær í álvara, rópti, og skumpaði undir fólk av óvart, men eingin tyktist at taka neyðars trygdarvørin í álvara. Vit fingu okkum eitt ella tvey pizza stykkir, og fóru síðani niðurundir at eta hetta, helst, sunna kostískoytið. Aftaná matin, høvdu vit eina løtu til at hyggja í handlar, og fóru vit fýra til ein stongdan tónleikahandil, og Apple handilin, áðrenn vit aftur øll savnaðust við cable car støðina, og fóru heimeftir.
Vit steðgaðu við eina aðra støð, ið tó segðist at vera nær við hostellið. Mammurnar fóru inn í eina brúks at keypa inn til nátturða, og Gundur tók hini við ein túr um tað, sum hann rópti “hjørnið”, fyri at síggja experimentatoriumið. Hjørnið vísti seg at vera ein teinur, sum var nakrar kilometrar langur, og hevði trý horn. Av fyrstani tíð noktaði Gundur at greiða frá, júst hvat hann hevði meint við “hjørnið”, og hvussu tað bar til, at hetta minti nógv um aðrar hendingar, við honum sum geit. Men at enda fekk gløggi journalistiski eygleiðari okkara, Tróndur, greiðu á hvat hann meinti við. Tíanverri eru hetta tíðindi, við so stórum journalistiskum virði, at Tróndur noktar at geva nøkrum øðrum frágreiðing Gundurs, men lovar, at øll skulu síggja hana, tá bandið er liðugt redigerað, og alt Gundur segði fyri at verja seg, er klipt sundur og saman og vent ímóti honum.- Við í upptøkunum er eisini “Hugin greiður frá”, “Regin og 9,82 m/s2”, “Karin og horvnu gentirnar”, “larmar Ken um náttina?” og nógvar aðrar avdúkingar.
Tó so, at enda komu vit til experimentatoriumið, og tá vóru heili fimtan minuttir eftir, til tað stongdi. Vit hugdu skjótt runt, og komu til tað niðurstøðu, at tað hevði verið hjørnið vert, og feiraðu hesa uppdaging, við at allir fýra fóru inn í eitt pikkalítið myndatøku rúm, sum í mesta lagið var ætlað tveimum persónum av okkara stødd. Síðani sveik Niklas okkum við at taka ein hýruvogn heimaftur, og restin gekk heim, og vóru heilsa við pasta, kjøtsóvs, salat og breyði, sum tær óføru mammurnar høvdu fyrireika (eins og mammur og konufólk yvirhøvur eiga at gera), meðan vit vóru burtur.
Seinni um kvøldið fóru vit út at hyggja eftir fjórða juli fýrverkarínum. Vit stóðu niðri í víkini enn einaferð, saman við fleiri hundrað fólkum (øll hini túsundini vóru aðrastaðni), og bíðaðu eftir fýrverkarínum. Fyrst byrjaðu tey at skjóta fýrverkarí nógv longur uppi enn har, sum vit vóru, og ivaðust summi tí í, um vit vóru komin skeivt fyri ella høvdu misskilt okkurt, men seinni byrjaðu tey eisini at skjóta niðri hjá okkum. Skjótt brakaði og buldraði um oyru okkara. Tað var so um, at Tórur sjálvur var komin afturíaftur, og reika runt í skýggjunum yvir San Francisco Bay, meðan kanónkúlur og byrsuskot frá gamla Amerikanska borgarakrígnum hoyrdist frá havinum og inni úr býnum. Himmalin var upplýstur av undurføgrum mynstrum, sum av og á mintu um orientalsk teppir, av og á um nýmótans list, og av og á um landsløg. Litirnir vóru fyri tað mesta hvítt, reytt og blátt, og blandaðust hesir føroysku litirnir ikki so sjáldan, fyri at gleða gestirnar, sum vóru komnir at spæla fyri Amerikumonum. Men tó at The Governator (Arnold Scwarzneger) helst hevði givið San Francisco búgvum boð um, at gera sítt besta, so var henda framsýningin ikki so góð, sum nýggjárið 1998 í Føroyum.
No comments:
Post a Comment