Tuesday, December 23, 2008

Lukturin í San Francisco - Dagur 10

Týsdagur, 10. Juli:
Henda morgun framdi Regin eina ræðuliga brotsgerð. Hann lat vindøgini upp, og myrdi sostatt luktin. Fyri at mótmæla umhugsaðu Hugin, Niklas og Tróndur, at lata vindeyga aftur aftur, men megnaðu ikki at koma úr sengrunum, síðani Regin var farin upp, og lat upp, so ókristuliga tíðliga sum klokkan átta.- Um morgunin!
So við og við kom restin eisini upp, vit fingu okkum morgunmat, brúsubað, bustaðu tenn og so framvegis. Hvat vit annars gjørdu henda morgunin, og um nón, er ringt at vita, síðani tað var Mánakvøldið vit skrivaðu notatirnar.
Men um ellivu tíðina var ætlanin, at vit skuldu fara við taxabilum inn til Union Square, og spæla har frá 12:00 – 13:00. Vit leitaðu tískil enn einaferð ljóðførini hjá okkum fram, og vóru nøkur, sum møttu uttanfyri til ásettu tíðina. Tó mundu flestu taxafyritøkurnar í San Francisco havt hoyrt um, hvussu von vit í Føroyum eru við at møta stundisliga, og tískil tók tað eina góða løtu, tvær, og tíggjar áðrenn øll vóru komin avstað.
Tá vit komu avstað vísti tað seg, at tað var ferðsluproppur kring Union Square tí Baseball liðið júst tá koyrdi framvið við løgregluverju, og tískil vóru vit uppaftur meira seinka. Tá klokkan var fimm minuttir í tólv var bara helvtin av HuH komin til Union Square, og Ken var burtur. Men vit, sum vóru komin, byrjaðu tó at seta upp, og ivaðust í hvat hundans vit skuldu gera, um Ken og hini ikki komu fram. Ein minutt í tólv komu Ken og hini tó, og vit skundaðu okkum at stilla rest upp, blása eitt sindur í munnstykkini, og so var tað bara at spæla.- Henda konsertin hevði tó ongar aðrar spennandi hendingar, og gekk væl.
Um kvøldið fóru vit ein túr til Musicalin um The Jersey Boys. Vit koyrdu avstað í tveimum limousinum. Einari vanligari, og einari veruligari Hummer limousine, sum allir limirnir í HuH onkursvegna fóru í, meðan tey eldru vóru í vanligu limousinini. Tó at vit ráðnýttu at sita í hesi limousinuni, og kendu okkum sum tær stjórnurnar, sum San Francisco var fari at kenna okkum sum, noyddust vit at fara út aftur, tá vit komu fram til sjónleikahúsið, so fóru so spakuliga innar, og niðan móti plássunum hjá okkum, sum vóru allarovast. Vit settu okkum væl til rættis, og nutu síðani musicalin um Franki Valli & The Four Seasons.
Tá musicalurin var liðugur tóku vit Taxa (ev) heim til hostellið, fingu okkum nátturða, og fóru síðani so við og við til songar.

No comments:

Post a Comment