Sunnudagur, 8. Juli:
Lukturin var enn livandi, men var nú blivin so sterkur og ógvusligur, at vit bara rýmdu út úr kamarinum, við einari kámari mynd um okkurt ræðuligt grønt nakað, sum greip eftir okkum, og navnið “Gamle Ole” etsa í minni okkara.
Tá vit høvdi vaska tað ringasta av luktinum av okkum, og fingu okkum morgunmat, var so smátt tíð at fara á sightseeing, áðrenn vit fóru út at shoppa. Bussførari okkara var ein eldri maður, sum ikki tosaði alt ov hart, men tó royndi at greiða okkum frá hvat tingini vóru, sum vit koyrdu framvið, og tað søguliga. Hann segði tó, at tað ljóðaði so um at vit høvdu verið tær flestu staðni, og tí settu vit næstan beinanvegin kós móti snúnings gøtuni. Vit fóru av bussinum har, og gingu omaneftir, tóku eina mynd ella tvær, og hildu síðani áfram oman aftur til bussin
Bussurin koyrdi so ímóti Golden Gate, og avgjørdu vit, eftir tógvið stríð, at ganga tvørtur um hana. Fyrst skuldi onkur tó á ves, og kom at bíða nakrar minuttir, og aftaná tóku vit nakrar myndir av HuH frammanfyri brúnnið. Tá tær vóru tiknar, gingu vit yvir móti brúnni. Tey, sum høvdu hæddarskrekk gramdu seg um, at ein merkti brúnna sveiggja aftur og fram um ein stóð stillur, at tað var eins óunnuligt at hyggja upp sum at hyggja niður, og sóu fyri sær hvussu brúgvin kundi rapa hvørja løtu, ella hvussu ein fór dettandi av henni ella einum av teimum skýhøgu steyrunum.- Regin, sum illar tungur vilja vera við er ringur í hæddarskrekk, var tó so heppin, at hann fylgdist við Hóra og Jens Petur, og tosaði við teir um fólk á brúnnið, sum gjørdu sjálvmorð (og tær løgnu sjálvmorðs- telefonlinjurnar á brúnni), sinnisjúk fólk, og fekk nágreiniligar frágreiðingar av ymsum óhugnaligum hendingum. Sostatt fekk Regin eina heilt serliga uppliving við nógvum væl undirbygdum hugnaligum myndum á hesi brúgv, sum sigst vera staðið í heiminum, við flest sjálvmorðum. Onnur nutu útsýni, hugdi eftir gamla fortrinum undir brúnnið, fundamentinum, bilunum, sum ruku framvið, og gleddu seg til at kunna reypa fyri vinfólki.
Tá vit vóru komin tvørtur um brúnna, savnaðust øll aftur í bussinum, og vit hildu áfram móti stóra innkeypssentrinum.
Eitt sindur yvir ein tíma seinni vóru vit nærum komin til staðið, og fingu okkum fyrst nakað at eta (fingu boð um at drekka nógv), áðrenn vit komu til eina risastóra savning av handlum mitt í ongamannalandi, og brølandi dundrandi hita, sum sambært Niklas var so ringur, at buksurnar hjá honum nærum rullaðu heilt niður á vegin (tó hann ikki metur, at genturnar høvdu blivið so keddar av tí). Síðani gingu fólk runt og mólu. Keyptu klæðir, luktilsi, skógvar, taskur og annað slíkt (ella einki), og síðani fóru vit ein stuttan tein yvir til eitt annað stað við sama úrsliti.- Tó at onkur eisini fekk ís har J
Síðani koyrdu vit heimeftir aftur, nakað seinkað, og rendu okkum beint inn í myldritíðina, um somu tíð, sum helvtin av HuH byrjaði at gremja seg um, at tey vóru um at spreingjast tí tey vildu á ves. Tíggju minuttir seinni steðgaði bussurin, og fólk fóru hálva vegna rennandi oman móti vesinum. Síðani hendi ikki so nógv, annað enn at vit komu heim, fingu nátturða og síðani til songar.
No comments:
Post a Comment