Tú ivast kanska í, hvat ólukkan hesi trý hava til felags. Svarið er einki. Men eg haldi greinarnar eru áhugaverdar/stuttligar, og rúmdarmaðurin er bara deiligur:
The Virtual Battle of the Sexes
Massive Multiplayer Online Role Playing Games eru bara fyri keðilig, einsamøll, tjúkk og pitsa etandi mannfólk. Hesin sannleikin er so alment kendur, og so sjálvsagdur, at eingin kundi funnið uppá at ivast í tí. So er tað bara keðiligt,
at BBC vil vera við, at 40% av teimum, sum spæla MMORPGar, eru konufólk, tey, sum spæla mest intensivt og longst eru konufólk, MMORPGarar eru sunnari enn meðal menniskjan, MMORPGir gerast alt meira sosial, og sjálvt romantikkur kann blóma í einum MMORPGi.
Fíggjarkreppur í miðøldini
Fíggjarkreppur sum tann, ið vit nú eru ávegis inní, eru eitt nýtt fyrbirigdi. Tær vóru ókendar áðrenn kapitalisman kom inn, og oyðilegði alt. Fyrsta veruliga búskaparliga kreppan var langa depressiónin frá 1873 - 1896, og var orsøkin til hana, eins og nú, kríggj, manglandi likviditetur og partabravakrakk. Vinstravendir hálvgum anarkistiskir grønir droymarar sum eg, hava leingi funnið fragd í hesum æviga sannleikanum. Tíverri er hetta alt annað enn satt.
Fíggjarkreppur vóru eins vanligar í miðøldini, sum nú, og var tað enntá eisini mangan bankar, kríggj og manglandi likviditetur, heldur enn svangir bóndar, ið vóru orsøkin til hesar kreppurnar. Edward I kom eitt nú inn í eina kreppu sum okkara í 1294, har pengarnir bara "hvurvu" úr italiensku bankunum, ið hann plagdi at brúka. Loysnin hjá honum var at ognartaka alt italienskt í Bretlandi, og handtaka øll, sum handtakast kundu. Tíverri dámdu aðrir bankar hetta ikki so væl, og renturnar á næstu lánunum hjá honum blivu tað hægri.
A Spaceman Came Travelling
Telduspøl og fíggjarkreppur eru áhugaverd fyribrigdi, men ov nógv av teimum ger eisini, at ein bara vil sleppa burtur frá daglidegnum. Ein sangur, ið í hvussu er fær meg til at gloyma meg sjálvan burtur, er "
A Spaceman Came Travelling" hjá Chris de Burgh. Í hesum sanginum er tað ikki lýrikkurin, ið er tað berandi. Heldur er tónleikurin, røddin og søgan, ið onkursvegna bara passa saman, tó at lýrikkurin er eitt sindur plattur. Har eru vakrari innspælingar, enntá klassiskar innspælingar, men kortini er tað eitthvørt serligt við hesi útgávuni, ið mær dámar.
No comments:
Post a Comment