Brot

Einaferð var tað maður, sum sat einsamallur alt lív sítt. Hann sat avbyrgdur frá samfelag og fólki frá hann varð føddur, til hann doyði. Hann sá ongan og tosaði við ongan. Hesin maður var ein av mongum, sum viðurkendi vísindamaður Gakgak von Hol´ihøddi hevði avbyrgt frá øllum, í leitan síni eftir reinum samleika. Hann vildi skapa ein persón, sum ikki var ávirkaður av samfelag ella kenslum fyri øðrum, men bert sær sjálvum. Bert hevði havt tíð til at granska seg sjálvan, etið og hugsað. Einaferð um árið tendraði Hol´ihøddi ein sendara, og spurdi tey avbyrgdu, hvørt tey høvdu funnið sín samleika. Eingin svaraði honum.
Summi vilja vera við, at kendi listamálarin Edvard Fuglø fekk íblástur til mynd sína “Brot” frá

Myndin, Brot, er eins og so nógv annað hjá Fuglø einføld. Bakgrundin er svørt, og skapar eitt dapurt huglag. Onkur kundi kanska sagt, at tað er lomviga eggið, sum er bakgrundin - grønligt, við einum tilvildarligum mynstri, og tí eyðkenda avlanga forminum, sum forðar egginum í, at rulla út av rókini -, av tí at eggið fevnir um ein so stóran part av myndini, og myrkrið eisini er frammanfyri eggið. Men har vil eg halda fast við, at tað er myrkrið, sum skapar bakgrundina, og setur huglagið í myndini. Myrkrið er væl meira “livandi” og altumfevnandi, enn ein vanlig bakgrund. Tað fevnir eggið og restina av myndini, og tað er týðuligt, at eisini tað, sum er frammanfyri myndina, er svart. So um at myrkrið er ein mjørkakend vera, sum fjalir fortíð, nútíð og framtíð.
Sama kensla av dapurleika og mjørka, lýsir úr einum holi, sum er í niðara enda á egginum og mitt í myndini. Tað er úr hesum holinum, at tað tykist so um, at ein maður er komin úr. Hann hevur verið fangaður ella vardur inni í egginum. Í mjørkakendum támi, sum kann fjala alt, men neyvan hevur pláss fyri nógv meira enn manninum. Maðurin er nakin. Hálvgum liggur á gólvinum, og tykist at vera um at reisa seg upp. Sum ein nýføðingur, ið er um at taka síni fyrsti stig, og skal skapa sær eina tilveru – um annars Hol’ihøddi loyvir honum tað. Høvdið er fjalt í skugga, og tað kann hava so at siga hvat skap tað skal vera. Hondin, sum maður er um at trýsta seg upp við, er meira fjald í myrkri, enn restin av kroppinum. Hon hevur ein træligan lit, og tykist at vera skadd ella ónatúrlig av hesum. Tað er so um, at maðurin hevur trupulleikar við, at reisa seg. Undir manninum, er eitt mahogni trægólv við beinum linjum, sum hevði verið hugnaligt í øðrum samanhangi, men her er eitt sindur hvørki ella. Tað er hvørki heitt ella kalt, hvørki natúrligt ella ónáttúrligt. Og stutt frá manninum, hvørva gólvið og tær beinu linjurnar inn í myrkrið. Tað er so um, at maðurin liggur á tí einasta fasta blettinum. Tí einasta relativt trygga økinum, og uttanum hann, er bert óvissa, tómrúm og einsemi.
Kortini er har eitthvørt við myndini, sum ger at tað ikki er so lætt, at siga, at hon lýsir einsemi, avbyrging og vónloysi. Tað at maðurin reisir seg upp, at alt er so mjørkakent og so tað, at har er eitt egg á myndini, gevur eisini tað fatan, at hetta kann vera ein føðing av onkrum slag. Ein nýggj byrjan, hvørs framtíð enn er blonk og goymd í myrkri. Ein menniskja, sum skal ígjøgnum alla ta óvissuna, einsemi og tilvildarligu mynstrini, sum ein møtir í lívinum og samfelagnum. Ein menniskja, sum ikki bert er fødd, men skal skapa sín samleika.

Einsemi í tí fysiska heiminum – at ein ikki er saman við nøkrum -, er helst serliga sjónligt í skúlum og á arbeiðsplássum. Har er altíð onkur, sum er útskotið. Sum er tann, ið verður argaður, er øðrvísi, ella ein bara ikki tosar við. Hesi fólkini hava í stóran mun sama trupulleika, sum royndarfólkini hjá Hol’ihøddi og maðurin í “Brot”. Tey hava ongan, sum tey kunnu sammeta seg við. Ongan, sum tey kunnu spegla sær í. Og tískil hava tey eisini væl størri trupulleika enn onnur fólk, við at skapa og finna sær ein samleika. Tey sita bert har í einsemi. Kunnu hugsa aftur og fram, og spyrja seg sjálvan, hví tey eru einsamøll. Hvat er galið við júst teimum, og royna síðani antin, at broyta sín samleika, fyri at passa inn, ella taka tey á seg samleikan sum tann løgni og útihýsti. Tann, sum bara ikki er sum hini, og heldur ikki er sum hetjurnar í filmunum ella bókunum.
Tó at tað ikki er eins sjónligt, um ein “bara” er einsamallur í tí psykiska heiminum, so kann úrslitið verða ein eins syndarligur samleiki. Vit kenna flest øll kensluna av, at ein er saman við fólki, men kortini ikki. Ein tosar, smílir og arbeiðir. Men tað er kortini so um, at ein ikki veruliga er til staðar. Tað er so um, at eitt mjørkatám ella myrkur liggur millum sinnið á tær og kroppin. Hetta kann vera vegna stress, tí ein ikki dámar ein ávísa støðu, ella tí ein bara ikki hevur sovið nóg mikið. Í teimum førunum, er tað helst sunt, at sinnið bara koplar frá, og sigur einum, at nú má tú veruliga fáa samband við teg sjálvan aftur. Men í øðrum førum, er tað av tí, at ein av einhvørjari orsøk ikki kennir seg heima í samfelag ella felagsskapi. Ein er bara troyttur av øllum, og megnar heilt einfalt ikki, at kenna seg sjálvan aftur í nøkrum. Ein hevur gingið runt í langa tíð og leita eftir onkrum, sum ein kann fáa meining í. Onkrum, sum kann vísa út úr myrkrinum. Summi finna tað í kærleika ella arbeiði av onkrum slag. Onnur gera ikki. Tað eru hesi fólkini, sum brádliga hvørva í alkoholi, tunglyndi ella bara ikki eru til longur. Steðga við at svara tær, tá tú spyr, hvør samleiki teirra er.
Metafysiskt einsemi, er ein kensla, sum vit øll hava kent av og á - stórur partur av okkum helst alla tíð – og er tað ógvuliga ymiskt, hvussu henda kensla er. Tað kann vera ein saknar eina størri meining í øllum, at ein er bangin fyri deyðanum, at ein ikki hevur tær kenslur, sum ein væntar, at ein eigur at fáa við at trúgva, at ein vil hava svar frá eini størri veru og so framvegis. Líkamikið hvørja av hesum kenslunum tað er, sum ein hevur, so er endamálið tað sama. Ein vil onkursvegna finna tann endaliga tryggleikan, og harvið skapa ein samleika, sum er varandi. Um ein bert hevur ein altumfevnandi sannleika. Eitthvørt sum ongantíð broytist og altíð er har, so hevur ein altíð eitt, sum ein kann sammeta seg við, og ein kann nýta sum tann ultimativa spegilin. Ein spegil, sum ikki vísir eina øðrvísi mynd, alt eftir hvussu ljósið, lagið ella aldurin er.

Og tað er júst her, at nútíðar trýsti á tí fysiska og psykiska støðinum er. Menniskju skulu hava so nógvar ymsar leiklutir og so skiftandi leiklutir. Fyrr var tað arbeiði, heimi og vinfólk. Greitt sundurskild rúm, sum høvdu hvør sín greiða ham. Hvør sín samleika, og ein visti, hvussu hvør samleiki var í mun til onnur, og hevði eina so nøkulunda hóming av, hvør ein var.
Nú á døgum gongur alt so skjótt, alt er so flótandi (hvar er arbeiðið og hvar er heimið?) og vinfólkini flúgva aftur og fram kring heimin. Ein hevur ikki 3 greiðar samleikar, sum bert broytast, tá ein fer í skúla, tá ein giftist, tá børnini flyta heimanífrá og tá ein er ov gamal til sítt eina lívsstarv. Ein hevur ein samleika fyri hvørt av størvunum, sum ein skiftur triðja hvørt ár. Ein hevur torført við at halda sambond við góðar vinir. Ein hevur eitt stórt net av kenningum, og yvirhøvur ferðast ein við fer gjøgnum lívið og eitt ótal av samleikum. Ein veit sjáldan veruliga hvør ein er - tekur sær sjáldan tíð til tað. Og um somu tíð er tað uppi í tíðini, at ein skal kenna seg sjálvan og dyrka seg sjálvan, sum eitt sjálvstøðugt menniskja.- Tað er nærum eins umráðandi fyri nútíðarmenniskjuna sum fyri Hol’ihøddi.
Í stóran mun er hetta eisini gjørligt av tí, at fólk fáa betur útbúgving og tískil fáa fleiri tól (sálarfrøðingar, humanismu, individualismu...) til at finna seg sjálvan, men spurningurin er, hvørt tólini veruliga hjálpa einum at finna “seg” sjálvan, ella skapa teg. Um tað ikki eru tólini, teoriirnar, størvini og støðurnar, sum eru farnar at vera tað, sum skapar okkara samleika, heldur enn okkara menniskjansligu relatiónir. Eins og í “Brot”, síggja og vita vit, hvar vit koma frá, hvussu staðið er, sum ljósið lýsir á, og vit reisa okkum sum menniskju. Bara tað, at vit ikki reisa okkum sum menniskju einaferð, men eitt ótal av ferðum. Vit fáa ongantíð veruliga høvdið, samleikan, út úr myrkrinum, uttan so, at vit, ímóti tíðarandanum, taka okkum tíð til tað.

Samleikaloysi, skal ikki skiljast sum nakað, ið er treytaleyst negativt, ella oyðileggur menniskjuna. Heldur ikki sum nakað, sum er treytaleyst gott, og mennir menniskjuna. Samleikaloysi er bert ein staðfesting av, at menniskjan leitar eftir einari størri meining. Hon hevur altíð vilja sæð, hvat er aftanfyri næsta hornið, næsta fjallið og næsta markið. Og hon kemur helst altíð at leita. Altíð at broyta seg, og altíð at hava ymsar samleikar.
Sjálvt ein mynd sum “Brot” er við til at skapa ein samleika. Hetta, at ein mynd, ein tekstur ella tónleikur fær okkum til at hugsa, kann hava somu ávirkan, sum summarfuglarnir í kaos-teoriini. Myndin skapar, eins og áður nevnt, heilavirksemi, sum sendir seg aftur og fram. Roynir at finna útav, hvat ólukkan meiningin er við hesi myndini. Er maðurin júst føddur, leitar hann sær móti tryggleikanum í egginum, er hann um at verða svølgdur av myrkrinum, hví er høvdið fjalt og so framvegis. Ein tílík mynd skapar eitt satt ódnarveður í høvdinum, og tað er als ikki vist, at ein fær nakað burturúr tí yvirhøvur. Men onkuntíð er tað, at øðurnar slíta seg leysar av havsins botni, og liggja eftir í fjøruni, eftir ódnarveðrið. Ein savnar tær upp, og er væl nøgdur, at ein kann eta fínt tað kvøldið. Tá ein so við køksborði letur tað triðju øðuna upp, sær ein, at ein vøkur perla er í henni, og gleðist almikið. Perlan kann brúkast til, at pynta á vegginum. Hon kann brúkast til, at spæla kúluspøl við øðrum perlum, og ein kann geva einum øðrum persóni hesa perluna, og vóna, at hon skapar røringar í hansara høvdi, og at hann letur teg síggja perlurnar, sum hann finnur.

Eftir hetta, slepti Hol’ihøddi øllum royndarfólkunum leysum, og ikki eitt teirra var ført fyri, at liva í samfelagnum, men tey fingu kortini mat, av tí at fólk vórðu so skelka, tá tey vórðu spurd “Hevur tú funnið tín samleika”, at tey ikki løgdu merki til, at royndarfólkini tóku matin hjá teimum. Hol’ihøddi varð sendur í geglið fyri lívstíð, og tað sigst, at hann bert ta einuferð spurdi ein dómara, hvør dómarin var, hvør hann sjálvur var, og síðani settist at doyggja.
Gakgak von Hol’ihøddi er tú. Um morgunin, tá tú eygleiðir spegilsmynd tína, meðan tú bustar tenn. Tá tú spyr teg sjálvan, hvat endamálið er við øllum. Tá tú sansar, at tú skiftir ham, og spyr teg sjálvan hví. Tá tú spyr onnur “hvat um”, “hví”, “hvussu”, “hvør” og “hvat” og tá tú leitar.
Tað er hóast alt heilt hol í høvdið, at leita eftir sannleikanum. Tað er gak gak at vænta, at ein nakrantíð megnar at finna sín “veruliga” samleika. Og ein skal minst vera ein “von” fyri at vænta, at ein fær beinleiðis samband við eina hægru veru. Kortini leita vit so leingi vit liva eftir sannleika, samleika og meining.
Hví? Er tað nøkur onnur orsøk, enn at vit eru forvitin og ikki fáa steðga? At vit bara skulu vita tað? At vit vilja finna hasa einu øðuna, sum gevur okkum frið í sinni og ein fastan samleika, ið ongantíð brotnar?
´

No comments:
Post a Comment