
Men sum heild er tað ótrúliga nógv lættari hjá tónleiki, at floyma inn gjøgnum oyruni, og onkursvegna binda sál og hjarta saman. Alt ferð upp í eina hægri eind. Um ein er í ringum lagi ella stressaður kann ein growlandi djevla rødd, Metal ella eitt Requiem ella tvey geva vreiðini fríðar ræsur, og so smátt fáa teg til at njóta lívið aftur. Um ein er um at bresta av gleði kann ein hamra The Beatles frá, og mjarra afturvið Yellow Submarine, While my Guitar Gently Weeps ella Hey Jude,- líkaglaður við hvussu røddin á einum ljóðar, síðani Beatlarnir kortini duga minst líka illa at syngja, men skaptu fantastiskan tónleik. Og so er tað um ein bara vil flóta avstað. Merkja hvussu tónleikurin fær sálina til at fjakka. Koyra Adiemus, Mánalýsis sonatuna, Athair ar Neamh ella Chi Mai frá, og so bara flóta burtur við tónleikinum. Merkja hvussu kenslur og sál flúgva burtur við hugaheiminum. Út gjøgnum vindeyga, út í eina stjørnuklára nátt, reika kring fjøllini, kína hárið á tí/teimum tú elskar, svimja í havsins dýpi, og flúgva millum óendaligu stjørnuskararnar.
Harafturat eru tað tær ótrúligu variatiónirnar. Ikki bara frá Metal, til Pop, til heimstónleik, men eisini frá sangi til sang, og ljóðføri til ljóðføri. Tak eitt nú tríggjar ymsar útgávur av "Greensleeves" (ið ein kann lurta eftir, við at trýsta á myndirnar).
Keltisk harpa og dulsimari (ikki peiling fyri hvussu tað eitur á føroyskum)

Klaver

Her er tað nakað tað sama, og kortini slett ikki. Ein sveimar framvegis við tónleikinum, men kenslan er ikki eins intens. Ikki eins "vilt lekkur", men meira flótandi. Ein hvílur í friði. Duggar spakuliga avstað við lívsins á, og verður mintur á alt tað góða í lívinum. Systrarnar, ið hóast alt ikki eru so irriterandi. At vera á fjalli, slakta ella byggja um, alt meðan ein filosoferar og hugleiðir saman við pabba. Sita við døgurðaborðið, gera mat ella práta saman við mammu. Liva og flenna við vinfólki. Og hvílandi eksplosivi longsulin eftir onkrum betri, ið altíð er beint við fingraspíssarnar, men ongantíð kemur nærri.
A Capella

A Capella hevur eisini tað somu grundkensluna.- Frið, tað góða og tað vakra. Men brádliga er ein søga har. Kærleiki. Longsul. Svik og einsemi. Har er ein persónur, ið hevur mist einasta sanna kærleika sín, og ein verður ikki longur bara soðin inn í tónleikin, men eisini inn í persónin. Longsulin og tað vakra verða krydraðið við sorg, og fáa eitt andlit. Ein byrjar at ivast í hvat hendir áðrenn, hvat hendir aftaná, og ein verður mintur á alt tað vakra, sum ein sjálvur hevur mist.
So tónleikur er og verður ótrúligur. Eitt lag gevur eina ørgrynnu av myndum og kenslum. Sami sangur, við ymsum ljóðførum, gevur ymsar kenslur og myndir. Ymsir sangir innanfyri sama slag av tónleiki - uppaftur størri variatión. Og so er tað ein hópur av tónleikasløgum. Líka frá trummunum í myrkasta Afrika, til Berliner symfonikararnar. Har er okkurt til øll, og til alt. Ein nýtist ongantíð at blíva troyttur av tónleiki. Og um ein so verður troyttur av mannaskaptum tónleiki, er bara at geva systrunum boð um at sløkkja skramblið tær hava frá, fyri síðani at lurta eftir himmalska ljóðinum av stilli. Fara út og hvíla samanvið vindi í grasinum. Rennandi ánnið ella eini jarmandi ær. Ein kann royna at festa hesar kenslurnar niður á pappír. Royna at fanga løtuna við sukursøtum og glíðandi orðum, ella fanga ljóðið av syngjandi stjørnum, við at tosa um sálarsang teirra deyðu. Men tað er næstan eingin, ið veruliga megnar at gera hetta. Rithøvundurin situr framvegis og skeldast inn á pennin, meðan tónaskaldið letur kenslurnar floyma út til øll og alt.
This comment has been removed by a blog administrator.
ReplyDeleteThis comment has been removed by the author.
ReplyDelete